Tiltøk

Verkstova: Biobank Research Across the Nordic Countries

Etisk, lógar- og samfelagslig sjónarmið
Tórshavn 2.–3. juni 2026

2. juni 2026

|

Biobanki

Um verkstovuna

Heilsudátur og lívfrøðiligt tilfar verða alt meira tøk tvørtur um landamørk. Hetta gevur nýggjar møguleikar fyri gransking, men tekur eisini týdningarmiklar etiskar, lógar- og samfelagsligar spurningar upp.

Verkstovan savnar luttakarar úr Norðurlondum fyri at umrøða, hvussu slík gransking kann fremjast í felag tvørtur um landamørk, samstundis sum álit, greiðir karmar og virðing fyri luttakarum verða tryggjað. Skráin er løgd til rættis við tí fyri eyga at skapa kjak millum ymiskar fakligar bólkar og umboð fyri lond, har støði verður tikið í avbjóðingum og royndum hjá luttakarunum.

Innihald

Verkstovan er býtt upp í tríggjar partar:

  • Lógir og atgongd til dátur

    Hvussu kunnu lógarkarmar, reglur og mannagongdir í ymisku londunum ávirka møguleikarnar fyri samstarvi, serliga viðvíkjandi atgongd til og nýtslu av dátum. Hvussu kann hetta í verki gera millumlandasamstarv meira ella minni smidligt.

  • Samtykki

    Hvussu vera ymisk sløg av samtykki nýtt, serliga tá dátur verða brúktar til nýggj endamál. Eisini verður dentur lagdur á, hvussu væntaninar hjá luttakarum í granskingarverkætlanum verða tulkaðar í ymiskum samanhangum.

  • Etisk og samfelagslig viðurskifti

    Spurningar um álit, opinleika og nýtslu av norðurlendskum heilsudátum í altjóða gransking, og hvussu ávirkar hetta fatanina av trygd og ábyrgd.

Í hvørjum parti verða stuttar framløgur og felags kjak við støði í ítøkiligum dømum.

Hvørjum er verkstovan ætlað?

Verkstovan er ætlað teimum, ið arbeiða við biobankum, heilsudátum og gransking, eins og øðrum við fakligum áhuga ella tilknýti til økið, t.d. innan fyrisiting, etikk, lóggávu og umboð fyri sjúklingafeløg.

Praktisk kunning

Verkstovan verður hildin 2.-3. juni 2026 í Starvsfelagshúsinum í J.H.Schrøtersgøtu 9, Tórshavn.

  • 2. juni: kl. 09:00–16:15

  • 3. juni: kl. 09:00–12:00

Luttøka er ókeypis, men tilmelding krevst.

Lættur morgunmatur og miðmáli verða at fáa. 

Skráin kann lesast her.

Fyriskiparar

Heilsustýrið skipar fyri verkstovuni í samstarvi við Nordic Biobank Network (NBN), og NordForsk stendur fyri fíggingini.