Tiltøk

Sløkkið saman

24. oktober 2026

|

Sløkkið saman

Leygardagin 24. oktober sløkkja vit saman. Vit eggja tær og øllum øðrum til at sløkkja skíggjarnar, vera meira nærverandi og vera virkin bæði saman við øðrum og fyri teg sjálva/-n í onkrum, sum gleðir og gevur meining fyri teg.

Fyri nógv av okkum kann skíggin og serliga snildfonin vera ein so natúrligur partur av gerandisdegnum, at vit brúka snildfonina allastaðni, uttan at hugsa um tað. Vit skrolla, kanna boð, hyggja hvat onnur gera á sosialum miðlum, ofta uttan at geva okkum far um, hvussu leingi ella hví vit gera tað.

Hvat hendir, um tú leggur skíggjan burtur eitt sindur oftari, hyggur upp og varnast tað, ið er rundan um teg? Heima, til arbeiðis, til frítíðarítriv, í bussinum, til handils og aðrastaðni í almenna rúminum. Kanska fært tú eygnasamband ella eitt prát við onkran, eitt smíl, finnur uppá okkurt stuttligt ella eina góða løtu í friði.

Avbjóðingin er einføld: Legg snildfonina/skíggjan frá tær og vita, hvussu leingi tú megnar at halda skíggjan sløktan. Kanska klárar tú ein heilan dag. Kanska fleiri tímar. Tað týdningarmesta er at royna og gerast tilvitað/-ur um tínar skíggjavanar og geva rúm fyri góðum løtum uttan órógv frá skíggjanum.

Ert tú við?