
Tíðindi
Virkin januar við smáum gerðum, ið kunnu muna
Eitt nýtt ár er á gáttini og somuleiðis er Virkin januar 2026. Í januar er myrkt og ofta illfýsið, og hetta kann ávirka huglagið. Tískil kann januar vera eitt gott høvi til at seta sjóneykuna á sálarligu heilsuna, við nøkrum smáum gerðum í gerandisdegnum, ið kunnu muna.
22. desember 2025
|
Virkin januar

Virkin januar hevur tríggjar álmanakkar við uppskotum, ið geva íblástur til, hvussu tú kanst vera virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga í ein mánað og gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna hjá tær og øðrum. Álmanakkarnir eru tøkir til børn, ung og vaksin, og hesa ferð eru álmanakkarnir bæði á føroyskum og enskum.
Hygg at álmanakkunum og vita, um tú fært íblástur frá teimum 31 uppskotunum. Tú fæst kanska longu við okkurt virksemi, sum er í álmanakkunum, men vita, um tú finnur nøkur uppskot, ið gera, at tú ert virkin á aðrar mátar, roynir okkurt nýtt ella kemur meira í samband við onnur. Álmanakkarnir kunnu lagast til ymsar lívsumstøður og áhugamál hjá tí einstaka. Tí eru tómir álmanakkar eisini tøkir, har til ber at útfylla við egnum hugskotum til virksemi, ið hóskar til tíni áhugamál og lívsstøðu. Tómu álmanakkarnir kunnu eisini brúkast sum eitt amboð, sum dagstovnar, skúlaflokkar ella arbeiðspláss útfylla í felag, so tey kunnu vera virkin saman í januar.
Endamálið við Virkin januar
Endamálið við Virkin januar er m.a. at minna á, at tað ikki bert eru stórar broytingar, sum hava týdning fyri at fremja sálarligu heilsuna. Smáu løturnar og virksemi í gerandisdegnum kunnu eisini hava stóran týdning. Gransking vísir, at tá tú ert virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga ert tú við til at verja og styrkja sálarligu heilsuna. Fólk, sum eru virkin á ymsan hátt, hava ofta betri sálarliga heilsu og kenslu av vælveru enn tey, ið ikki eru virkin.
Álmanakkarnir taka støði í boðskapunum í ABC fyri sálarliga heilsu, ið eru “ver virkin, ver saman og ver hugbundin”, og hesir boðskapir síggjast aftur í teimum 31 uppskotunum.
Álmanakkarnir kunnu takast niður sum prent ella mynd her, og uppsløg fyri hvønn dag eru eisini at finna á Facebook og Instagramsíðuni “ABC fyri sálarliga heilsu”. Til ber eisini at fáa uppsløg til kunningarskíggjar við at venda sær til Heilsustýrið.
Gott nýggjár og góðan virknan januar!