
Tíðindi
Útvið 9 av 10 kvinnum taka av tilboðnum um bróstkrabbaskreening
89 % av kvinnunum, sum fingu tilboð um bróstkrabbaskreening í Føroyum í 2025, tóku av tilboðnum. Tað vísa nýggj tøl.
19. oktober 2026
|
Bróstkrabbaskreening

Í 2025 fingu 2.142 kvinnur tilboð um bróstkrabbaskreening, og 1.907 teirra tóku av tilboðnum. Í 2024 var undirtøkan 90,7 %, sum er tað mesta higartil.
Føroyskar kvinnur millum 50 og 69 ár fáa tilboð um bróstkrabbaskreening annaðhvørt ár. Skipanin hevur virkað síðani 2017, og undirtøkan hevur øll árini verið oman fyri 81 %.
Myndin vísir, hvussu stórur partur av teimum, ið fingu tilboð um bróstkrabbaskreening í tíðarskeiðnum 2017-2025, valdi at taka av.
Týdningurin av bróstkrabbaskreening
Í oktober verður kring heimin varpað ljós á bróstkrabba undir heitinum Ljósareyður oktober. Bróstkrabbi er vanligasta slagið av krabbameini hjá kvinnum í vesturheiminum, og vandin økist munandi frá 50-ára aldri.
Bróstkrabbaskreening er ein røntgenkanning av bróstunum (mammografi). Við kanningini ber til at finna tekin um bróstkrabba tíðliga - ofta áðrenn kvinnan sjálv merkir nakað til sjúkuna. Tá bróstkrabbi verður staðfestur tíðliga, eru betri møguleikar fyri væleydnaðari viðgerð. Tí hevur tað týdning at taka støðu til tilboðið um skreening, eisini hóast tú eingi sjúkutekin hevur.
Um tú varnast broytingar í bróstunum, eigur tú at venda tær til lækna, eisini hóast tú nýliga hevur verið til skreening.