Tíðindi
Týdningarmikið at kanna og viðgera kynssjúkur
Nýggj tøl fyri smittutilburðir við kynssjúkum vísa, at kynssjúkur áhaldandi eru ein avbjóðing í Føroyum. Klamydia er vanligasta kynssjúkan, men smittutølini fyri gonorre hava verið alsamt vaksandi seinastu árini.
7. september 2026
|
Kynssjúkur
Fyrra hálvár í ár eru skrásettir 69 tilburðir av klamydia og 8 tilburðir av gonorre. Hetta svarar til, at ávikavist 8,3 % og 1,0 % av kanningunum eru positivar. Tað gevur ábendingar um, at tølini fyri 2026 kunnu gerast hægri enn í 2025, tá prosentparturin av positivum kanningum var ávikavist 6,8 % fyri klamydia og 0,6 % fyri gonorre. Samsvarandi tølini vóru í 2024 ávikavist 9 % og 0,4 %.
Flestu av skrásettu tilburðunum av klamydia eru í aldursbólkinum 20-24 ár. Útvið tvífalt so nógvar kvinnur sum menn eru kannað síðani 2024, men ein nógv størri prosentpartur av kanningunum hjá monnum eru positivar.
Hagtølini stava frá Rannsóknarstovuni á Landssjúkrahúsinum og eru greinað í Heilsustýrinum eftir sama leisti sum Statens Serum Institut brúkar. Hesin háttur er eitt sindur øðrvísi enn tann, sum Landslæknin brúkti fram til 2024, tá Heilsustýrið yvirtók uppgávuna. Tí ber ikki heilt til at samanbera við eldri tøl.
Klamydia og gonorre
Klamydia og gonorre eru bakteriuligar ígerðarsjúkur, sum smitta gjøgnum óvart, kynsligt samband. Ofta eru eingi sjúkutekin, men smitta kann kortini fara fram. Klamydia kann hava við sær sviða, tá tú letur vatnið, flot og pínu í undirlívinum. Óviðgjørt klamydia kann elva til ófruktbæri (infertilitet) og bruna í undirlívinum, tvs. í eggjaleiðarum hjá kvinnum og hjáeistrum hjá monnum. Gonorre kann elva til somu sjúkutekin og avleiðingar, men kann eisini hava við sær eitt nú bruna í liðum.
Umráðandi at kanna og fyribyrgja
Hít veitir góða verju fyri bæði klamydia og gonorre. Eingin koppseting er tøk fyri sjúkurnar, og smittan gevur tær ikki immunitet, tvs. at tú kanst verða smittað/-ur fleiri ferðir. Tí er umráðandi at verja seg.
Hevur tú illgruna um kynssjúku, verður mælt til at lata teg kanna. Tess fyrr smittan verður funnin og viðgjørd, tess lættari er at sleppa undan smittuárinum, og at smittan breiðir seg víðari. Kanningin fer fram hjá kommunulæknanum og fevnir um eina landroynd ella potan. Klamydia og gonorre verða viðgjørd við heilivági.


