Tillagað Mynd Til Tíðindi Á Web

Tíðindi

Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal økja um HPV-koppsetingina

Um vit skulu steðga lívmóðurhálskrabba og avmarka talið av ávísum øðrum sløgum av krabbameini, má undirtøkan fyri HPV-koppseting økjast munandi. Tað er málið við nýggja kunningarátakinum hjá Heilsustýrinum.

8. juni 2026

|

HPV

HPV-koppseting

Tillagað Mynd Til Tíðindi Á Web

Við slagorðinum ”Tvey prik móti krabba” heitir Heilsustýrið á foreldur um at lata børnini koppseta móti HPV. Koppsetingin verjir bæði gentur og dreingir móti HPV-smittu, sum kann elva til fleiri sløg av krabbameini. Viðmælt verður, at børnini fáa koppsetingina, áðrenn tey gerast seksuelt virkin. Tí verður mælt til, at børnini verða koppsett, tá tey eru 12 ár, fyri at tryggja, at tey eru vard, áðrenn tey verða útsett fyri smittu.

Koppsetingarstigið ov lágt

Heilsustýrið hevur síðani 2024 staðið fyri at gera tøl upp um koppsetingar í Føroyum. Tølini fyri HPV-koppseting vísa eina óhepna gongd. Undirtøkan er alt ov lág og liggur væl undir støðið í norðurlendsku grannalondunum, har koppsetingarstigið í 2024 lá á 82-93 % fyri gentur og 78-88 % fyri dreingir. Endaligu føroysku tølini fyri 2025 eru ikki klár enn, men ábendingar eru um, at minni enn helvtin av 15 ára gomlu gentunum í Føroyum vóru liðugt koppsettar, og enn færri av 15 ára gomlu dreingjunum. Málið er, at 90 % eru koppsett, áðrenn tey fylla 15 ár.

Koppseting til bæði gentur og dreingir

Gentur í Føroyum hava fingið tilboð um ókeypis HPV-koppseting síðani 2009, og tilboðið varð víðkað til eisini at fevna um dreingir í 2019. Tað, at genturnar hava havt henda møguleikan í longri tíð, sæst aftur í undirtøkuni, sum higartil hevur verið munandi betri millum gentur enn millum dreingir. Koppsetingin er tó líka viðkomandi fyri bæði kyn, og átakið leggur tí serligan dent á tann boðskapin.

- Tað er ein vanlig misskiljing, at dreingir skulu koppsetast fyri at verja genturnar móti lívmóðurhálskrabba. Men koppsetingin verjir eisini dreingirnar sjálvar munandi móti eitt nú krabbameini í varrum, munnholu, svølgi og kynsgøgnunum, sigur Noomi O. Gregersen, stjóri í Heilsustýrinum.

Tilboðið um ókeypis HPV-koppseting er galdandi fyri øll børn millum 12 og 17 ár.

Sum eitt undantak kunnu ungfólk millum 18 og 20 ár eisini fáa koppsetingina ókeypis fram til 31. desember 2026.

Koppsetingin fæst hjá kommunulæknanum.

Les meira um HPV her.