Koppseting 1

Tíðindi

Tøl fyri vetrarkoppsetingina 2025

Frá 1. oktober til 20. desember 2025 kundu fólk, sum vóru 65 ár og eldri, og fólk í ávísum vandabólkum fáa ókeypis koppseting fyri influensu og COVID19.

23. mars 2026

|

Vetrarkoppseting 2025

Koppseting 1

Tølini eru gjørd upp og vísa, at 50 % av teimum, sum eru 65 ár og eldri, tóku av tilboðnum og  lótu seg koppseta fyri influensu og 34 % vórðu koppsett fyri COVID19. At kalla eingin munur er millum kynini.

Meginparturin av teimum vórðu koppsett beinanvegin í oktober, tá oman fyri 70 % av samlaða talinum lótu seg koppseta. Góð 20 % í november, og 5 % av teimum, sum lótu seg koppseta, gjørdu tað í desember.

Tølini fyri 2025 samsvara væl við tølini fyri tey bæði undanfarnu árini.