
Tíðindi
Tilmæli um dagføring av solariumlógini
Hin 20. juni í ár sendi Heilsustýrið tilmæli til Heilsu- og orkumálaráðið við áheitan um at dagføra solariumlógina.
21. august 2026
|
Solarium
Tilmæli

Heilsustýrið heitir á Heilsu- og orkumálaráðið um at dagføra Løgtingslóg nr. 69 frá
22. mai 2015 um at selja solariumsól til kosmetiskt endamál. Solariumnýtsla er væl
skjalprógvað sum krabbameinselvandi og serliga vandamikil fyri børn og ung.
Galdandi lóg fevnir bert um almennar veitarar og hevur tí ikki nøktandi verjandi virknað. Heilsustýrið mælir tí til, at lógin verður víðkað til allar veitarar, og at greið regulering, skráseting og eftirlit verða
sett í verk.
Tilmælið kann lesast her.
Til ber at lesa meira um solarium her.