Tíðindi

Tilmæli til ferðandi til og úr Kongo og Uganda

Nú Ebolavirus ger um seg í Kongo og Uganda, mælir Heilsustýrið til, at fólk, sum ferðast til og úr hesum báðum londunum, halda seg dagførd á heimasíðuni hjá danska Uttanríkisráðnum (www.um.dk).

5. juni 2026

|

Ebola

Hevur tú verið í raktu økjunum og fært fepur ella onnur sjúkutekin innan 21 dagar eftir, at tú hevur verið í økinum, eigur tú at seta teg í samband við lækna umvegis telefon og upplýsa tína ferðasøgu.  

Ebola smittar bert, tá sjúkutekin eru til staðar. Smittan fer fram við beinleiðis sambandi við sjúkan persón ella djór, ella beinleiðis sambandi við blóð ella aðra kropsvætu frá einum sjúkum.

Enn er eingin smittubreiðsla staðfest uttan fyri økið, har útbrotið er. Heimsheilsustovnurin, WHO, metir tó, at vandin fyri smittubreiðslu í landspartinum í Miðafrika, er stórur. Evropeiski smittuverjustovnurin (ECDC) og danskir heilsumyndugleikar meta, at vandin fyri smittubreiðslu til Danmark og ES er sera lítil. Heilsustýrið metir tí somuleiðis, at vandin fyri at smittan kemur til Føroya eisini er sera lítil.