38

Tíðindi

Stroyming og myndir frá Nikotin- og tubbaksráðstevnuni

24. oktober 2025

|

Nikotin

Tubbak

Royking

38

Roykitíttleikin í Føroyum er nógv hægri enn í hinum Norðurlondunum, og talið á roykjarum í Føroyum hevur stórt sæð verið óbroytt síðani 2015. Innflutningurin av snúsi og nikotinposum hevur verið støðugt vaksandi frá ár 2010, tá innflutningsvirðið var 0,8 mió. krónur til ár 2024, tá innflutningsvirðið var 9,7 mio. krónur. Nikotinvørurnar eru líka krøkjandi sum kokain, smakka og síggja út sum bomm og oyðileggja barna- og ungdómsheilan. Kanningar millum føroyskar skúlanæmingar vísa, at normar viðvíkjandi rúsevnum sum nikotini eru í broyting, og alt fleiri ung í Føroyum brúka nikotinposar og "vapa" (brúka e-sigarettir/puff bars). 

Hetta er nakað av tí, sum varð staðfest á Nikotin- og tubbaksráðstevnuni, sum Heilsustýrið og Fróðskaparsetur Føroya skipaðu fyri hin 23. oktober.

Aðalmálið við ráðstevnuni var fyrst og fremst at seta sjóneykuna á økið og varpa ljós á vandarnar við nýggju nikotinvørunum á marknaðinum. Framtíðarmálið er, at eingin skal verða krøktur av nikotini og at fyribyrgja, at børn og ung tendra sína fyrstu sigarett. Gerst tú bundin av nikotini, eru sannlíkindini fyri, at tú gerst roykjari, nógv størri.

Stóra tøkk til øll tykkum mongu, sum luttóku á Nikotin- og tubbaksráðstevnuni, og øll tykkum, sum stroymdu kring landið og uttanlands.

Til ber at síggja stroymingina frá ráðstevnuni her.

Framløgur frá ráðstevnuni