Starvslesandi

Tíðindi

Starvslesandi innan samskifti til Heilsustýrið

Hevur tú áhuga fyri samskifti og kundi tú hugsað tær at roynt teg á einum arbeiðsplássi, har arbeiðið hevur týdning fyri heilsuna hjá føroyingum?

8. apríl 2026

|

Starvslýsing

Starvslesandi

Heilsustýrið søkir eftir einum starvslesandi, sum er í gongd við eina útbúgving innan samskifti ella visuelt samskifti. Sum starvslesandi verður tú partur av samskiftistoyminum og fært møguleika at arbeiða breitt við samskiftisuppgávum í einum fakligum umhvørvi.

Um starvið

Sum starvslesandi fert tú m.a. at arbeiða við:

  • at framleiða innihald til heimasíðu og sosialar miðlar

  • at hjálpa til við samskiftisátøkum og kunningartilfari

  • at gera smærri greiningar og savna vitan til samskiftisátøk

  • at hava ábyrgd fyri einum samskiftisátaki, sum vit finna fram til í felag

Um tín útbúgvingarstovnur loyvir tí, kann starvslesturin verða partur av tíni útbúgving.

Um teg

Vit ímynda okkum, at tú:

  • ert í gongd við eina útbúgving innan samskifti, visuelt samskifti ella marknaðarføring

  • hevur áhuga fyri fólkaheilsu og almennum samskifti

  • ert hugagóð/-ur, sjálvstøðug/-ur og hevur góð samstarvsevni

  • dugir væl at samskifta á føroyskum máli

  • hevur tev fyri visuellum samskifti

Vit bjóða

  • eitt læruríkt starvsnám í einum fakliga sterkum umhvørvi

  • møguleika at arbeiða breitt við ymsum samskiftisuppgávum

  • vegleiðing og samstarv í samskiftistoyminum.

Stovnurin 

Heilsustýrið er fakligur myndugleiki á heilsuøkinum í Føroyum og veitir granskingargrundaða ráðgeving við støði í føroyskum heilsu- og samfelagsviðurskiftum. Heilsustýrið ráðgevur politisku skipanini, myndugleikum og borgarum á heilsufakliga økinum. Stovnurin savnar, greinar og miðlar heilsufakliga vitan, ger frágreiðingar, umsitur skráir og leggur við hesum fakligt grundarlag undir arbeiðið innan heilsufremjan, fyribyrging og tilbúgving í Føroyum.

Umsókn

Send tína umsókn til hst@hst.fo, viðmerk “Starvslesandi samskifti”. Umsóknarfreistin er 30. apríl.

Til ber at vera starvslesandi í Heilsustýrinum í upp til eina lestrarhálvu við byrjan í aug.-sept. 2026. Starvstíðin kann lagast eftir tí, sum hóskar best til tín. Starvið er ólønt.

Vilt tú hava meira at vita um starvið sum starvslesandi, kanst tú venda tær til Katrina D. Apol, samskiftisfulltrúa, á katrin@hst.fo ella tel. 233051.