Prime Fløskur

Tíðindi

Prime í Føroyum

Fyrr í vikuni var Heilsufrøðiliga starvsstovan úti við kunning um drykkin, Prime, sum er ógvuliga vælumtóktur millum børn í løtuni. Fólkaheilsustýrið tekur undir við tilmælunum hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni og loyvir sær at endurgeva brot úr teirra kunningarskrivi.

6. september 2023

|

Orkudrykkur

Prime Fløskur

Upprunaliga vóru tvey sløg av Prime:

  • Prime ENERGY - Orkudrykkur, ið hevur ov høgt innihald av koffeini sambært danskari lóggávu

  • Prime HYDRATION - Leskidrykkur, ið m.a. hevur tilsett A-vitamin, sum ikki er loyvt sambært danskari lóggávu

Nú er ein tillagað útgáva av Prime HYDRATION loyvd at selja í Danmark. Tillagaða útgávan lýkur donsku treytirnar fyri útílating av vitaminum og mineralum í matvørum. Her er t.d. onki A-vitamin latið útí, tí mett verður, at tú fært ríkiligt av A-vitamin við vanligum donskum kosti, m.a. frá gularótum og livurpostei. Um tú fært ov stórar mongdir av A-vitamin í longri tíð, kann tað skaða livrina.

Prime í Føroyum

Heilsufrøðiliga starvsstovan heldur seg til danskar reglur á hesum økinum, og sambært hesum reglum kann tillagaða útgávan av Prime HYDRATION verða seld í Føroyum.

  • Leskidrykkurin Prime HYDRATION er sostatt loyvdur at selja í tillagaðu útgávuni.

  • Orkudrykkurin Prime ENERGY hevur ov høgt innihald av koffeini (>32 milligram koffein per 100 ml), og er tí ikki loyvdur at selja.

Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir børnum frá at drekka orkudrykkir.