
Tíðindi
Nýggj krabbameinshagtøl tøk á NORDCAN
Yvirskipað hagtøl fyri Norðurlond vísa, at títtleikin av staðfestum krabbameinstilburðum er hækkaður eitt vet frá 2022 til 2023, meðan deyðatíttleikin samstundis er lækkaður. Tað vísa júst kunngjørd tøl fyri 2023 hjá NORDCAN, norðurlendska dátugrunninum fyri krabbameinshagtøl.
20. juni 2025
|
Krabbamein
NORDCAN

Verður hugt samlað fyri Norðurlond, er sannlíkindini hjá hvørjum einstøkum fyri at fáa krabbamein, áðrenn hann/hon verður 75 ár, kortini tey somu í 2023 sum 10 ár frammanundan, nevniliga 30,6 %. Talið hevur ligið rættiliga støðugt hetta tíggjuáraskeiðið.
Hagtøl fyri Norðurlond
Samanbera vit tølini tvørtur um landamørk, vísir nýggja uppgerðin, at sannlíkindini fyri at fáa krabbamein áðrenn 75 ára aldur eru størst í Danmark við 33,6 %, meðan samsvarandi talið í Føroyum fyri 2023 er 21,9 %, sum er tað lægsta í Norðurlondum og tað lægsta í Føroyum seinasta tíggjuáraskeiðið. Føroysku tølini eru meira óstøðug frá ári til ár enn í hinum londunum, og kemst tað av avmarkaða fólkatalinum. Í tíðarskeiðnum 2013-2023 hevur talið av tilburðum sveiggjað millum 21,9 % og 30,8 %.
Tølini fyri hini Norðurlondini hetta tíggjuáraskeiðið eru meira støðug, og júst kunngjørdu tølini hjá NORDCAN fyri 2023 eru: Noreg 31,9%, Ísland 30,2 %, Svøríki 29,2 % og Finnland 28,8 %.
Yvirliving eftir krabbamein
Í NORDCAN-dátugrunninum eru eisini upplýsingar um eitt nú yvirliving eftir krabbamein. Til ber at hyggja eftir 5-ára yvirliving eftir ein hevur fingið staðfest eitthvørt slag av krabba, sum vísir, hvussu stórur partur av teimum, ið hava fingið staðfest krabbamein, enn eru á lívi eftir fimm ár. Í 2022 lógu Føroyar aftast av Norðurlondum viðvíkjandi 5-ára yvirliving - bæði hjá monnum og kvinnum. Tað vil siga, at sannlíkindini fyri at vera á lívi fimm ár eftir at diagnosa varð sett samanborið við onnur á sama aldri, vóru lægst í Føroyum.
Støðan er batnað fyri 2023. Menninir eru nú komnir upp á 70,3 % 5-ára yvirliving og eru næstan ájavnir við finskar menn. Hjá føroyskum kvinnum er 5-ára yvirliving nú 72 %, sum er eitt vet hægri enn hjá finsku monnunum, men framvegis lægri enn hjá kvinnum í hinum Norðurlondunum.
Gongdin fyri ávís sløg av krabba í Føroyum
Um hugt verður nærri at føroyskum tølunum, síggjast ávísir tendensir. Eitt nú sæst, at seinastu tíggju árini hevur talið á tilburðum av tjúkk- og endatarmskrabba verið støðugt vaksandi, og talið fyri húðkrabba (móðurmerki og annar húðkrabbi) var hitt hægsta í 2023 sama tíðarskeið. Altjóða gransking vísir, at knapt 60 % av krabbameinstilburðum í munni, varrum og svølgi eru knýttir at HPV-virusi, og í samsvar við altjóða rák sæst, at síðani 2016 hevur gongdin verið, at fleiri menn enn kvinnur fáa staðfest hesi sløg av krabbameini.
Tølini fyri bróstkrabba hjá kvinnum vísa hin vegin eina góða gongd, og ein støðug minking hevur verið í staðfestum tilburðum síðani 2018.
Tað er Heilsustýrið, sum veitir hagtøl um krabbamein í Føroyum til NORDCAN. Hetta verður gjørt við støði í føroysku Krabbameinsskránni.
Nýggju norðurlendsku krabbameinstølini eru tøk her.