Sólarmyrkingarbrillur

Tíðindi

Minst til at verja eyguni í sólarmyrkingini

Í morgin 12. august verður lutvís sólarmyrking í Føroyum, tá mánin fer at leggja seg fyri sólina og fjala 91 % av henni.

11. august 2026

|

Sólarmyrking

Sólarmyrkingarbrillur

Ætlar tú at fylgja við og eygleiða sjálva sólarmyrkingina, er umráðandi at verja eyguni við serligum verndarbrillum. Tryggja tær, at brillurnar eru CE-merktar og fylgja standardinum EN ISO 12312-2:2015 fyri beinleiðis eygleiðing av sólini. Tryggja tær, at brillurnar eru heilar og ikki eru skøvaðar ella skaddar á annan hátt.

Les meira um sólarmyrkingina á heimasíðuni hjá Veðurstovu Føroya.

Góða sólarmyrking.