Tíðindi

Leygardagin sløkkja vit saman fyri triðju ferð - ert tú við?

Nær setti tú tær seinast eina avbjóðing og legði skíggjan frá tær mestsum allan dagin?

19. oktober 2026

|

Sløkkið saman

Fyri nógv av okkum kann skíggin og serliga snildfonin vera ein so natúrligur partur av gerandisdegnum, at vit brúka snildfonina allastaðni, uttan at hugsa um tað. Vit skrolla, kanna boð, hyggja hvat onnur gera á sosialum miðlum, ofta uttan at geva okkum far um, hvussu leingi ella hví vit gera tað.

Hvat hendir, um tú leggur skíggjan burtur eitt sindur oftari, hyggur upp og varnast tað, ið er rundan um teg? Heima, til arbeiðis, til frítíðarítriv, í bussinum, til handils og aðrastaðni í almenna rúminum. Kanska fært tú eygnasamband ella eitt prát við onkran, eitt smíl, finnur uppá okkurt stuttligt ella eina góða løtu í friði.

Leygardagin 24. oktober sløkkja vit saman. Vit eggja tær og øllum øðrum til at sløkkja skíggjarnar, vera meira nærverandi og vera virkin bæði saman við øðrum og fyri teg sjálva/-n í onkrum, sum gleðir og gevur meining fyri teg.

Avbjóðingin er einføld: Legg snildfonina/skíggjan frá tær og vita, hvussu leingi tú megnar at halda skíggjan sløktan. Kanska klárar tú ein heilan dag. Kanska fleiri tímar. Tað týdningarmesta er at royna og gerast tilvitað/-ur um tínar skíggjavanar og geva rúm fyri góðum løtum uttan órógv frá skíggjanum.

Ert tú við?

 

Filmurin er gjørdur við íblástri og loyvi frá Headspace í Danmark.