Mynd Sløkkið Saman

Tíðindi

Leygardagin sløkkja vit saman - ert tú við?

13. oktober 2025

|

ABC-vika

Mynd Sløkkið Saman

Hevur tú lyndi til at hyggja eitt sindur ov ofta í telefonina? Ofta hendir tað, at vit leita til skíggjan – bæði tá vit fáast við eitthvørt, tá vit eru í friði, og tá vit eru saman við øðrum. Uttan at vit varnast tað, kann tíðin við skíggjan eisini vinda uppá seg.

Kanska er tíð at hyggja upp, steðga á, vera nærverandi og vita, hvat vit kunnu gera í staðin. Leygardagin 18. oktober eggjar Virkin oktober tær til at sløkkja saman og vera virkin, saman og hugbundin í onkrum, sum gevur meining fyri teg. Set tær eina avbjóðing,sløkk skíggjan allan dagin og vís tínum vinum, familju, børnum og tær sjálvum, at tú megnar ein heilan dag uttan skíggja.

Megnar tú ikki ein heilan dag, so sløkk skíggjan nakrar tímar ella meginpartin av degnum. Alt ger mun. Lat okkum koma hvør øðrum meira við og gerast tilvitað um okkara skíggjavanar.

Ert tú við?

Filmurin er gjørdur við íblástri og loyvi frá Headspace í Danmark.