
Tíðindi
Hoyringarsvar um kunngerð um aldursmark fyri at keypa orkudrykkir
Hoyringssvar frá Heilsustýrinum
22. januar 2026
|
Orkudrykkur

Heilsustýrið fegnast um uppskotið um at áseta aldursmark fyri at keypa orkudrykkir.
Kanningar vísa, at nýtslan av orkudrykkjum, serliga millum børn og ung, er farin nógv upp. Børn og ung eru meira viðkvom fyri koffeini enn vaksin, og tí verður koffeinnýtsla mett at vera óynskt hjá børnum og ungum. Ovurnýtsla av koffeini kann hava beinleiðis neilig árin á heilsuna og menningina hjá serliga børnum og ungum, og hon kann vera vandamikil.
Tað finst eingin grundleggjandi allýsing fyri orkudrykkir, ei heldur einsháttaðar reglur í Evropa um, hvørji evni hesir drykkir kunnu innihalda ella í hvørjum nøgdum.
Í øðrum Norðurlondum eru drykkir, sum eru grundaðir á kaffi, te ella kakao, og hava eitt heiti sum matvøra, ið inniheldur orðini kaffi, te ella kakao, ikki fevndar av allýsingini um orkudrykkir. Vandin í hesum londum er, at einstakar vørur, ið ikki eru fevndar av allýsingini um orkudrykkir, kunnu innihalda meira enn tvífaldu nøgdina av koffeini enn mest loyvda nøgdin í einum orkudrykki. Júst slíkar vørur seljast eisini í Føroyum og verða eisini marknaðarførdar mótvegis børnum og ungum, tí tað ikki eru krøv um at allýsa koffeinnøgdina í vørum við natúrligum koffeini.
Heilsustýrið ásannar, at tað er avbjóðandi at avmarka vørur grundaðar á kaffi, te og/ella kakao. Heilsustýrið metir, at orkudrykkir eru í einari serstøðu, tá tað snýr seg um at ávirka nýtsluvanar hjá børnum og ungum í mun til ávirkan av koffeini.
Viðmerkingar hjá Heilsustýrinum til uppskotið
Til § 2 mæla vit til eina neyvari allýsing av, hvat ein orkudrykkur er, og at ein orkudrykkur ikki er ein leskidrykkur, men ein stimbrandi drykkur. Her skal standa:
Orkudrykkur er ein alkoholfríur stimbrandi drykkur, sum eisini fevnir um pulvur ella tablettir, ið verða upployst í vætu, og sum innihalda evnafrøðiliga tilgjørt koffein ella natúrligt koffein í einari mongd, ið er omanfyri 15 mg/pr. 100 ml av drekkiklárari vætu. Hettar fevnir ikki um drykkir, sum eru grundaðir á kaffi, te ella kakao, og sum hava eitt heiti sum matvøra, ið inniheldur orðini kaffi, te ella kakao.
Til § 3, stk. 1 mæla vit til, at fylgjandi verður lagt afturat:
Sølan skal fara fram undir skipaðum viðurskiftum og ikki í keypssjálvtøkum uttan eftirlit.
Til § 3, stk. 2 viðmæla vit, at aldursmark og týðiligur føroyskur ávaringartekstur vera á hvørjari eind av orkudrykki áljóðandi: “Inniheldur nógv koffein og skal ikki nýtast av børnum og ungum undir 18 ár, barnakonum og kvinnum, ið geva bróst.”
Vit vilja eisini viðmerkja, at § 4 er ógreið.
Vit viðmæla, at tað verður skrivað aftrat, at Heilsufrøðiliga starvsstovan er eftirlitismyndugleiki, og hvørjar heimildir Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur. Eisini viðmæla vit, at tað stendur skrivað, hvussu nógv sektin kann vera.
Uppskotið til kunngerð er tøkt her.