
Tíðindi
Heilsustýrið vertur fyri norðurlendskari verkstovu um biobankar og heilsugransking
Í vikuni hittust serfrøðingar úr øllum Norðurlondum á verkstovu í Havn at skifta orð um royndir, eyðmerkja felags avbjóðingar og styrkja samstarvið millum biobankar í Norðurlondum.
4. juni 2026
|
Biobanki

Hesa vikuna hevur Heilsustýrið verið vertur fyri norðurlendskari verkstovu, sum varð hildin í samstarvi við Nordic Biobank Network. Serfrøðingar, sum arbeiða við biobankum og heilsugransking í Norðurlondum, hittust saman við umboðum fyri føroyskar myndugleikar, granskingarumhvørvi og sjúklingafeløg at deila royndir og styrkja samstarvið um etisk, løgfrøðilig og samfelagslig viðurskifti innan gransking við biobankatilfari.
Biobankar goyma lívfrøðiligt tilfar so sum blóðroyndir, vevnað og DNA, sum saman við heilsuupplýsingum kann vera grundarlag undir gransking, ið gevur nýggja vitan um sjúkur, fyribyrging og viðgerð. Tí er tað avgerandi, at arbeiðið fer fram undir greiðum og álítandi kørmum, ið tryggja rættindini hjá teimum, sum lata sítt íkast til gransking.
Etikkur, løgfrøði og samfelag
Verkstovan setti sjóneykuna á etisk, løgfrøðilig og samfelagslig viðurskifti, ið eru knýtt at gransking við biobankatilfari. Á skránni vóru samanberingar av lógarverki og samtykkisskipanum í Norðurlondum umframt kjak um etisku og samfelagsligu avbjóðingarnar, sum fylgja við slíkari gransking.
Hóast lógarverk og mannagongdir eru ymiskar í londunum, eru fleiri av avbjóðingunum tær somu. Verkstovan gav høvi at samanbera, hvussu Norðurlond arbeiða við biobankum og gransking við lívfrøðiligum tilfari, og at eyðmerkja øki, har Nordic Biobank Network kann arbeiða víðari fyri at styrkja samstarvið og gera tað lættari at samstarva um gransking tvørtur um landamørk.
Álit og opinleiki avgerandi
Ása Olsen, forkvinna í MEGD, setti verkstovuna við eini røðu um týdningin av áliti, samstarvi og samfelagsligum gagni í heilsugransking. Í røðuni varð millum annað varpað ljós á, at biobankar eru ein týðandi grundarsteinur undir nútímans heilsugransking, men at tað samstundis er umráðandi at tryggja, at granskingin er øllum borgarum til gagns.
Heilsustýrið fegnast um góðu undirtøkuna og virðismikla íkastið frá føroysku luttakarunum, sum bæði vóru við til at styrkja kjakið og fingu innlit í, hvussu grannalondini arbeiða við biobankum og heilsugransking.
Ein afturvendandi boðskapur á verkstovuni var týdningurin av áliti millum borgarar, granskarar og myndugleikar. Hetta undirstrikar, hvussu umráðandi tað er, at arbeiðið við biobankum og heilsugransking verður skipað við opinleika, greiðari kunning og virðing fyri teimum, sum lata lívfrøðiligt tilfar til gransking.
Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, stjóri í Heilsustýrinum, legði í síni framløgu dent á, at álit og opinleiki eru avgerandi fortreytir fyri góða heilsugransking. Tætt samskifti við borgararnar og greið kunning um, hvussu biobankatilfar og heilsudátur verða nýtt, eru ein týdningarmikil partur av hesum arbeiði.
Fyri Heilsustýrið er samstarvið við norðurlendskar samstarvspartar ein týdningarmikil liður í arbeiðinum at menna føroyska heilsugransking og styrkja karmarnar kring biobankar og gagnnýtslu av heilsudátum. Við at savna vitan og royndir tvørtur um landamørk kunnu vit skapa enn betri fortreytir fyri gransking, sum við tíðini kann koma bæði føroyskum borgarum og heilsuverkinum til góðar.