Tíðindi

Heilsustýrið mælir til dagføring av Solariumlógini

Hesa vikuna varpar Heilsustýrið ljós á vandan við at brúka solarium. Heilsustýrið arbeiðir við einum tilmæli til Almanna- og heilsumálaráðið um at dagføra Solariumlógina frá 2015.

10. mars 2026

|

Solarium

Sól

Sigast kann stutt um tilmælið, at Heilsustýrið mælir til, at Solariumlógin verður víðkað til at fevna um allar veitarar av solarium til kosmetiskt endamál, og at 18 ára aldursmark verður sett fyri at taka sól. Umframt hetta verður mælt til, at greið regulering, skráseting og eftirlit verða sett í verk, soleiðis sum praksis er í flestu av grannalondunum og í Evropa sum heild.

Greitt er, at solarium økir vandan fyri móðurmerkjakrabba og húðkrabba munandi, eins og tú kanst fáa varandi skaðar í eyguni og húðina av ultraviolettu strálingini. Vandin økist, tess yngri tú ert, tá tú byrjar at brúka solarium.

Meira kann lesast um vandarnar við solarium her.