Tíðindi

Heilsustýrið kannar skíggjanýtslu og heilsu hjá ungum í Føroyum

Heilsustýrið ger í hesum døgum eina umfatandi kanning av skíggjanýtslu, heilsu og trivnaði millum næmingar í 7. og 9. flokki kring alt landið. Talan er um higartil størstu kanningina av sínum slagi í Føroyum. Endamálið er at kanna, hvussu børn og ung brúka skíggjar, og um samband er millum skíggjanýtslu, heilsu og trivnað.

12. november 2026

|

Skíggjar

Skíggjar eru seinastu árini vorðnir ein alsamt størri partur av gerandisdegnum hjá børnum og ungum, bæði í Føroyum og aðrastaðni. Tøkniliga menningin hevur broytt mátan, vit samskifta og eru saman, og bæði børn og vaksin brúka alsamt meira tíð framman fyri skíggjanum.

Fleiri kanningar hava víst, ávís sløg av skíggjanýtslu kunnu hava samband við verri heilsu og trivnað. Serliga verður trupulleikakend skíggjanýtsla sett í samband við verri sálarligan og sosialan trivnað og svøvntrupulleikar hjá børnum og ungum. Tó er tørvur á meira vitan um, hvussu skíggjanýtsla og heilsa hanga saman, eisini í føroyskum høpi.

Úrslitini skulu vera grundarlag fyri átøkum

Úrslitini skulu geva Heilsustýrinum og øðrum viðkomandi pørtum eitt betri fakligt grundarlag fyri at meta um tørvin á fyribyrgjandi átøkum og fyri at veita kunning og vegleiðing um skíggjanýtslu. Samstundis kunnu úrslitini vera við til at skapa eitt meira upplýst alment kjak um skíggjanýtslu millum børn og ung í Føroyum.

Vitanin verður viðkomandi fyri foreldur, lærarar, námsfrøðingar, politikarar og onnur, sum varða av børnum og ungum – og ikki minst tey ungu sjálv.

Ætlanin er at endurtaka kanningina seinni og víðka hana til eisini at fevna um yngri næmingar. Soleiðis verður møguligt at fylgja gongdini í skíggjanýtsluni yvir tíð og kanna, um broytingar síggjast, eitt nú í sambandi við fyribyrgjandi átøk.