Tíðindi
Heilsustýrið fylgir væl við Ebola-útbroti
Heimsheilsustovnurin, WHO, hevur lýst Ebola-útbrotið í Miðafrika sum eina alheims heilsukreppu. Sambært altjóða heilsumyndugleikum er vandin fyri, at smittan breiðir seg til Evropa og Norðurlond, framvegis sera lítil. Heilsustýrið fylgir tó neyvt við gongdini og er í tøttum samskifti við viðkomandi heilsumyndugleikar.
19. mai 2026
|
Ebola
Higartil eru 30 váttaðir tilburðir av Ebola staðfestir í Demokratiska lýðveldinum Kongo. Talan er um Bundibugyo-variantin av Ebola-virusinum. Harumframt er illgruni um oman fyri 500 smittutilburðir, og at smittan higartil hevur kostað 130 mannalív, men hesi tølini eru ikki váttað við starvsstovukanningum. Einstakir tilburðir eru eisini staðfestir í Uganda hjá fólki, sum hava ferðast í Kongo. Higartil eru eingi tekin um, at smittan hevur breitt seg uttan fyri Miðafrika.
Heilsustýrið umsitur føroysku heilsutilbúgvingina og hevur støðugt eftirlit við smittustøðuni bæði uttanlands og í Føroyum. Heilsustýrið samstarvar millum annað við danska Serumstovnin og fylgir altjóða tilmælunum og váðametingunum. Sambært nýggjastu metingunum er vandin fyri smittu um okkara leiðir framvegis ógvuliga lítil.
Um Ebola
Útbrotið í Kongo stavar frá Bundibugyo-virusinum, sum bert í avmarkaðan mun áður hevur verið orsøk til Ebola-útbrot. Eingin góðkend koppseting ella serlig antiviral viðgerð er í løtuni tøk móti hesum variantinum. Ebola smittar vanliga ikki, fyrr enn sjúkutekin vísa seg. Smittan fer fram við beinleiðis sambandi við blóð ella aðrar kropsvætur frá smittaðum fólki ella djórum. Við røttum fyrilitum verður vandin fyri smittu tí mettur at vera lítil.
Fyrstu sjúkutekinini kunnu minna um influensu og fevna um høgan fepur, vøddapínu, høvuðpínu og ilt í hálsinum. Seinni kunnu álvarsligari sjúkutekin vísa seg, eitt nú spýggja, leyst lív, vætutrot og bløðingar bæði í húðini og í innaru gøgnum. Í álvarsligum førum kann sjúkan hava við sær, at gøgnini svíkja.