
Tíðindi
Fólkaheilsufrøðingur til Fólkaheilsustýrið
16. apríl 2024
|
Starvslýsing

Fólkaheilsustýrið sóknast eftir fólkaheilsufrøðingi til setan 1. juni.
Fólkaheilsustýrið
Fólkaheilsustýrið umsitur løgtinslóg nr. 77 frá 6. mai 2022 um Fólkaheilsustýrið. Høvuðsuppgávan hjá stovninum er at skipa heilsufakliga økið í Føroyum og at veita granskingargrundaða ráðgeving við støði í føroyskum heilsu- og samfelagsviðurskiftum.
Fólkaheilsustýrið umsitur m.a. tilbúgving í føroyska heilsuverkinum og ger vegleiðingar til heilsulóggávu og tilmæli til myndugleikar og stovnar. Fólkaheilsustýrið umsitur somuleiðis fólkaheilsuøkið og ráðgevur Heilsumálaráðnum, stovnum og almenninginum um økið. Eisini er farsóttarøkið lagt til stovnin at umsita.
Arbeiðsuppgávur
Fyrireika tilfar og gera tilmæli innan fólkaheilsu
Hagtals- og greiningararbeiði
Menna og skipa skráir
Gera heilsufrágreiðingar
Vegleiða leiðsluna í Fólkaheilsustýrinum um fólkaheilsuviðurskifti
Førleikar
Kandidatprógv í fólkaheilsufrøði e.l.
Hollan kunnleika til fólkaheilsukanningar
Góðar førleikar og royndir við hagtalsarbeiði, hagtalsgreining og at brúka hagtalsforrit
Góðar skrivligar og munnligar førleikar í føroyskum, norðurlendskum og enskum
Góð samstarvs- og samskipanarevni
Ábyrgdarfull/ur, røkin og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
Jaligan hugburð til broytingar og umskifti
Vit bjóða
Eitt áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv, har týdningarmiklar avgerðir verða tiknar
Møguleika fyri fakligari menning
Eitt arbeiðspláss, har dentur verður lagdur á góðan trivnað
Lønar – og setanartreytir
Starvið er fulla tíð. Arbeiðsstaðurin er Eirargarður 2, 2. hædd í Havn
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Tann, sum verður sett/ur, má tola broytingar í starvinum, og at arbeiðsøkið eisini fer at fevna um aðrar uppgávur.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjarna á Steig, stjóra, tel. 233070.
Umsókn
Umsókn við lívsrensli, avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til hst@hst.fo.
Umsóknarfreistin er 29. apríl 2024.