
Tíðindi
Føroyingar fluttu seg 81.018.307 rørslumetrar
Málið var at koma nakrar ferðir kring føroysku strandarlinjuna, ið er 1.291.557 metrar long. Vit komu heili 62 ferðir runt. Hetta er meira enn tvær ferðir jørðina runt.
23. september 2026

Føroyar hava júst havt sína fyrstu Ítrótta- og rørsluviku. Hesaferð varð dentur serliga lagdur á at fáa arbeiðspláss við, og leiðarar vórðu tí eggjaðir til at skipa fyri ymsum rørsluátøkum fyri starvsfólkini. Undirtøkan var ómetaliga góð. Heili 165 arbeiðspláss luttóku. Alt frá skúlum, stovnum, kommunum og privatum fyritøkum, og fólk vóru virkin kring alt landið. Vit stórfegnast um, at so nógvir leiðarar og arbeiðspláss veruliga settu rørslu á dagskránna, og fluttu seg 81 milliónir metrar í felag.
Íalt hava 21.633 fólk skrásett rørslumetrar hesa vikuna, og hóast tað sjálvsagt eru fleiri, sum ganga aftur í skrásetingini, so er hetta eitt sera høgt tal. Rokna vit samlaða metratalið býtt á hvønn føroying, hava vit flutt okkum 1,5 kilometur í part.
Vit eru øll tilvitað um gagnligu árinini av at røra okkum, men hetta merkir ikki, at vit eisini gera tað. Endamálið við vikuni var tí at varpa ljós á, at tað kann vera ómakaleyst og stuttligt at hava eitt sindur av rørslu við í gerandisdegnum. Vit hava hoyrt og sæð so nógv stuttligt og kreativt. Smíl og sveitta og felagsskap. Stóra takk fyri hetta.
Ítrótta- og rørsluvikan verður afturvendandi
Tað er ÍSF, sum hevur sett hesa viku á skrá, í samstarvi við Heilsustýrið og Heilsu- og orkumálaráðið, og ætlanin er at endurtaka vikuna næstu árini. Hóast vit vita, at ein vika í rørslu faktiskt ger mun í sjálvum sær, so er stóra málið, at átakið skapar ringar í vatninum, sum hava ávirkan alt árið. Tí fara vit næstu árini at leggja byggja uppá, soleiðis at vit fáa enn fleiri vinklar á rørslu í dagsins samfelag. Stóra málið er, at rørsla gerst ein púra natúrligur partur av gerandisdegnum hjá stórum og smáum, soleiðis, at hópurin av rørsluførum føroyingum støðugt veksur.
Vit hava fingið eina flúgvandi byrjan, og vit takka øllum, sum vóru við. Nú ræður um hjá øllum at halda fast og gera rørslu til ein fastan part av gerandisdegnum – ikki bara, tá ið rørsluvikan er, sigur Marita Debess Magnussen aðalskrivari hjá ÍSF.

