Tíðindi

Farloyvisstarv sum fulltrúi innan farsóttar- og heilsutilbúgvingarøkið í Heilsustýrinum

Lýst verður eftir fulltrúa til farloyvisstarv innan farsóttar- og heilsutilbúgvingarøkið í Heilsustýrinum.

15. juni 2026

|

Starvslýsing

Farsóttar- og heilsutilbúgvingarøkið í Heilsustýrinum er nýtt og fevnir um heilsutilbúgving og farsóttarøkið, sum vórðu yvirtikin frá Landslæknanum 1. januar 2024. Okkum tørvar ein fulltrúa, sum skal samskipa arbeiðið innan farsóttar- og heilsutilbúgving og vera við til at byggja upp eitt grundarlag fyri at útinna hesar uppgávurnar hjá stovninum.

Arbeiðsuppgávur

  • Menna og samskipa farsóttar- og heilsutilbúgvingarøkið.

  • Skipa, menna og greina hagtøl á farsóttar- og heilsutilbúgvingarøkinum.

  • Fyrireika, umsita og menna skráir til farsóttar- og heilsutilbúgvingararbeiði.

  • Gera greiningar og heilsufrágreiðingar við støði í kanningar- og granskingarúrslitum.

  • Vera við til at savna, greina og miðla fakliga vitan, sum er grundarlag fyri arbeiði og tilmælum hjá stovninum.

Førleikar

  • Masterútbúgving í biomedisini ella samsvarandi.

  • Royndir við hagtalsarbeiði (t.d. R, SPSS ella líknandi).

  • At arbeiða granskingargrundað og greina granskingarúrslit.

  • At gera heilsufrøðiligar frágreiðingar.

  • Tað er ein fyrimunur at hava royndir við arbeiði innan heilsutilbúgving og farsóttarøkið.

Um teg

Av tí at tú dagliga fert at hava nógv samskifti við onnur, er tað av stórum týdningi, at tú ert jalig/-ur og hevur lætt við at samskifta við ymisk fólk. Tú trívist við toymissamstarvi, men megnar eisini at arbeiða sjálvstøðugt. Tú ert samstarvssinnað/-ur og áhugað/-ur í tvørfakligum samstarvi, eins og tú tekur væl ímóti nýggjum tiltøkum. Tú tolir skiftandi arbeiðsuppgávur, dugir at skapa yvirlit og trívist í einum skundmiklum gerandisdegi við nógvum uppgávum. 

Tú hevur góðar førleikar at samskifta á føroyskum, donskum og enskum. Viðkomandi kunnleiki til vanligu telduforritini er neyðugur. 

Um Heilsustýrið

Heilsustýrið er fakligur myndugleiki á heilsuøkinum í Føroyum og veitir granskingargrundaða ráðgeving við støði í føroyskum heilsu- og samfelagsviðurskiftum. Heilsustýrið ráðgevur politisku skipanini, myndugleikum og borgarum á heilsufakliga økinum. Stovnurin savnar, greinar og miðlar heilsufakliga vitan, ger heilsufrágreiðingar, umsitur skráir og leggur við hesum fakligt grundarlag undir arbeiðið innan fólkaheilsu, fyribyrging og heilsutilbúgving í Føroyum.

Umsókn

Talan er um farloyvisstarv, sum er fulla tíð í tíðarskeiðnum 17. august 2026 til 30. juni 2027. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið. Setanarøkið er Heilsu- og orkumálaráðið og stovnar undir ráðnum.

Freistin at søkja er 1. juli 2026. Starvið verður sett skjótast til ber. 

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Noomi O. Gregersen, stjóra, tlf. 233050. 
Umsókn saman við prógvum, lívsrensli og viðkomandi skjølum skulu sendast til hst@hst.fo.