Barnakona

Tíðindi

Barnakonur fáa tilboð um koppseting fyri RS-virus

Nú kunnu barnakonur aftur fáa ókeypis koppseting fyri RS-virus. RS-virus er ein smitta í andaleiðini og hevur aloftast við sær mild sjúkutekin eins og krím. Í nøkrum førum kann RS-virus elva til álvarsliga sjúku og innlegging, serliga hjá pinkubørnum. 

10. juli 2026

|

RS-virus

Barnakonur

Barnakona

Tá ið barnakonur koppsettar, verða andevni flutt til barnið í móðurlívi. Soleiðis verður barnið vart móti sjúkuni fyrstu mánaðirnar eftir føðing, tá barnið er serliga viðbrekið.

RS-virus ger serliga um seg í vetrarhálvuni á hvørjum ári. Mælt verður til, at barnakonur, sum hava termin upp undir og í RS-virusárstíðini, fáa koppsetingina í sambandi við triðju fyribyrgjandi barnsburðarkanningina hjá egnum lækna, vanliga umleið í 32. barnsburðarviku. Koppsetingin kann gevast í tíðarskeiðinum frá 24. til og við 35+6 barnsburðarviku. 

Mælt verður til, at allar barnakonur taka av tilboðnum.

Meira kunning um RS-virus fæst her.

Við tilboðnum um koppseting fyri RS-virus eru nú trý ókeypis koppsetingartilboð til barnakonur: fyri kikhosta, influensu og RS-virus.