
Tíðindi
Altjóða royk- og nikotinfríur dagur
Í dag er altjóða royk- og nikotinfríur dagur. Hetta markar heimsheilsustovnurin, WHO, við einum átaki undir yvirskriftini “Bright products. Dark intensions” (Bjartar vørur. Døkkar ætlanir), og eggjar hervið myndugleikum til at leggja seg út í stríðið móti tubbaks- og nikotinídnaðinum.
31. mai 2025
|
Roykfrí
Nikotinfrí

WHO vísir við hesum boðskapinum á, at vørur so sum vapes, snús og nikotinposar verða sniðgivnar til at síggja meinaleysar út og líkjast í veruleikanum góðgæti, men at tær eru heilsuskaðiligar uttan mun til innpakking. Ídnaðurin brúkar lokkandi smakk, anga og fangandi litir til at eggja fólki, serliga børnum og ungum, at brúka vørurnar. Hesi snildi gera tað lættari at byrja – og truplari at gevast.
WHO leggur áherðslu á, at tað er alneyðugt at herða lóggávuna, soleiðis at bann verður sett fyri villleiðandi marknaðarføringini og lokkandi innpakkingini av tubbaks- og nikotinvørum, hetta fyri at verja bæði verandi og komandi ættarlið.
Í Føroyum síggja vit, at serliga ungdómurin er vorðin stórbrúkari av eitt nú snúsi og nikotinposum. Samstundis síggja vit onga minking í talinum á fólki, sum roykja. Tað vísir stóra fólkaheilsukanningin hjá Heilsustýrinum, “Hvussu hevur tú tað?”, frá 2023.
Heilsustýrið læt á sumri 2024 Heilsumálaráðnum tilmæli um at seta í verk átøk, sum skulu tálma tubbaks- og nikotinnýtsluni hjá føroyingum. Tilmælini samsvara væl við áheitanina frá WHO, og mælt verður eitt nú til at regulera lógir á tubbaksøkinum, at avmarka atkomuna, at banna íblanding av anga og smakkievnum og at áseta hægri avgjøld. Tilmælið hjá Heilsustýrinum kann lesast her.
Myndirnar eru partur av átakinum hjá WHO í sambandi við altjóða royk- og nikotinfría dagin í 2025.