
Tíðindi
Altjóða krabbameinsdagur
Í dag, 4. februar, er altjóða krabbameinsdagur. Dagurin hevur til endamáls at varpa ljós á fyribyrging, útgreining, viðgerð, gransking og lívsgóðsku í sambandi við krabbamein.
3. februar 2026
|
HPV-koppseting

Krabbamein er ein av størstu fólkaheilsuavbjóðingunum og rakar bæði einstaklingar, familjur og samfelagið sum heild. Royndir vísa, at:
ein stórur partur av krabbameini kann fyribyrgjast
útgreining, sum verður gjørd tíðliga, m.a. við skreening, gevur betri møguleikar fyri væleydnaðari viðgerð
skipað skráseting, dátur og gransking eru avgerandi fyri menning og eftirmeting av heilsutænastuni.
Heilsustýrið arbeiðir í samstarvi við Sjúkrahúsverkið og aðrar viðkomandi partar fyri at styrkja:
dátugrundarlagið um krabbamein
føroyska luttøku í altjóða gransking og samstarvi
fyribyrging og heilsufremjandi tiltøk
skipaða skreening
Víðkað tilboð um ókeypis HPV-koppseting
Heilsustýrið nýtir dagin í dag sum høvi at vísa á víðkaða tilboðið um ókeypis HPV-koppseting fyri tey, sum eru fødd í 2006 og 2007. Koppseting fyri HPV er vanliga bert eitt ókeypis tilboð til gentur og dreingir millum 12 og 17 ár. Sum eitt undantak kunnu tey 18-20 ára gomlu eisini fáa koppsetingina ókeypis fram til 31. desember í ár. Hetta verður gjørt fyri at fáa betri fulnað (dekning) millum tey ungu í Føroyum.
HPV-koppsetingin verjir móti ymsum sløgum av krabbameini, og gevur hon umleið 90 % verju móti baktarmskrabba og lívmóðurhálskrabba. Eisini gevur hon munandi verju móti krabbameini í skeiðini, ytru kønsgøgnunum og fyri sløgum av HPV, sum kunnu elva til krabbamein í penis, í varrum, munnholu og svølgi.
Les meira um HPV-koppseting her.