
Tíðindi
ABC-vikan verður 5.-11. oktober
Mánadagin byrjar ABC-vikan, sum bjóðar eina rúgvu av tiltøkum, ið eggja fólki til at vera virkin, saman og hugbundin og soleiðis styrkja sálarligu heilsuna. Á skránni eru alskyns tiltøk til allar aldursbólkar, og til ber at vera við ymsa staðni kring landið.
2. oktober 2026
|
ABC-vika

ABC-vikan verður skipað í sambandi við altjóða sálarheilsudagin, sum er 10. oktober. Hetta er 9. ferðin, at skipað verður fyri ABC-viku.
Kommunur, feløg og stovnar, sum eru partur av ABC-samstarvinum hjá Heilsustýrinum, skipa fyri tiltøkum til ABC-vikuna í samstarvi við nærumhvørvið. 57 tiltøk eru á skrá í ár, og Heilsustýrið hevur savnað tiltøkini í eina skrá.
Tiltøkini hesa ferð fevna um eitt nú rørslu, fyrilestrar, matgerð og ymiskt handverk. Flestu tiltøkini eru ókeypis, og tey venda sær til børn, ung, vaksin og eldri. Tá ið tú tekur lut í tiltøkunum, kanst tú gerast partur av einum felagsskapi, royna ella læra okkurt nýtt og fáa eina góða uppliving saman við øðrum. Summi tiltøk í ABC-vikuni hava undanfarin ár verið við til at skapa nýggjar felagsskapir, ið eru hildnir fram eftir at vikan var av. Onnur tiltøk hava eydnast so væl, at tey eru vorðin afturvendandi.
Vikuætlan fyri sálarligu heilsuna
Heilsustýrið hevur gjørt eina ABC-vikuætlan, sum er eitt amboð til at raðfesta at gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna gjøgnum eina viku. Við at skriva tær ítøkiligar ætlanir um at vera virkin á ymsan hátt, gera okkurt saman við øðrum og fáast vit okkurt, ið gevur meining, ber til at geva tær betri stundir til at styrkja sálarligu heilsuna. Síðst í vikuni kanst tú hugleiða um, hvat var tað besta við vikuni, og hvat tú fekk burturúr ymiska virkseminum. ABC-vikuætlanin er tøk her.
Vælumtókta átakið Virkin oktober hevur áður stuðlað undir ABC-vikuna við at vísa á smáar gerðir í gerandisdegnum, sum kunnu styrkja sálarligu heilsuni. Átakið er nú bert í januar, Virkin januar, so tá fara vit í staðin at vera virkin saman.
Bjóða onkrum við tær til eitt av tiltøkunum og ver við til at fáa enn fleiri at vera virkin, saman og hugbundin í ABC-vikuni.
Skráin fyri ABC-vikuna er tøk her.
Góða ABC-viku!