Tíðindi
53,7 % svaraðu hugburðskanningini
3. juni 2025
|
Barnakoppseting
Stóra hugburðskanningin hjá Heilsustýrinum um barnakoppseting er nú liðug. Øll foreldur at børnum undir 6 ár fingu innbjóðing á Vanganum um at luttaka. 2.829 foreldur svaraðu, tað svarar til 53,7 % av teim spurdu.
Takk øll tit, ið góvu tykkum stundir at luttaka og við hesum góvu tykkara íkast til hesa týðandi kanning. Farið verður nú undir at greina úrslitini.
Lutakast hevur verið um vinningin, og vinnarin hevur fingið boð í morgun.
Vilt tú vita meira um kanningina, ber til at fáa kunning her.