Um okkum

Leiðreglur fyri sosialar miðlar

Heilsustýrið vil hava uppbyggjandi og virðiligt samskifti á okkara vangum á sosialu miðlunum. Vit hava tí gjørt leiðreglur fyri viðmerkingar og samskifti á okkara miðlapallum, og tá ið tað er neyðugt, minna vit á leiðreglurnar.

08. mai 2025

Leiðreglurnar eru:

Virðiligt samskifti

Vit eggja til opið og virðiligt samskifti. Viðmerkingar mugu ikki:

  • vera hatskar, hóttandi, niðurgerandi, eyðmýkjandi, diskriminerandi o.s.fr.

  • nýta grovan og stoytandi málburð

  • birta undir vánaligan tóna í kjakinum.

Relevansur ella villleiðing

Fyri at tryggja trúvirðið í samskiftinum góðtaka vit ikki viðmerkingar, sum:

  • ikki halda seg til evnið ella avspora kjakið

  • innihalda villleiðandi ella rangar upplýsingar um heilsu og sjúku

  • breiða upplýsingar, sum ikki kunnu váttast, ella har vísindaligt grundarlag ikki er kent ella staðfest.

Persónsvernd

Vit vilja verja privatlívið hjá fólki og loyva ikki viðmerkingum, sum:

  • avdúka persónviðkvæmar upplýsingar so sum p-tal, heilsuupplýsingar o.a.

  • umrøða ítøkilig persónsmál.

Reklama og ”spam”

Vit góðtaka ikki viðmerkingar, sum:

  • ikki hava ein persónligan avsendara

  • bert innihalda leinki

  • bera brá av ”spammi” við endurtøkum av ávísum boðskapi

  • lýsa fyri ávísum vørum, tænastum e.l.

Verða leiðreglurnar ikki hildnar, loyva vit okkum at strika viðmerkingar undir okkara uppsløgum.

Vangarnir á okkara sosialu miðlum eru ætlaðir til generella kunning og samskifti. Hevur tú neyvari spurningar um heilsufaklig evni, verður víst til:

Heilsustýrið
Eirargarður 2, 2. hædd
100 Tórshavn
Tel. 30 90 60
hst@hst.fo

Vit vilja fegin hava eitt gott og virðiligt samskifti á okkara miðlapallum – takk fyri, at tú tekur lut!