Um okkum

Bygnaður

Heilsustýrið er uppbygt við eini stjórn, fýra heilsufakligum eindum umframt eini fyrisitingarligari eind. Allar eindir vísa til stjórnina í Heilsustýrinum.

Stjórn

Stjórnin er mannað við stjóra og varastjóra í Heilsustýrinum. Stjórnin stendur fyri dagligu og strategisku leiðsluni í Heilsustýrinum. Stjórin hevur evstu ábyrgd av arbeiðinum hjá stovninum.

Fólkaheilsueindin

Fólkaheilsueindin arbeiðir breitt við uppgávum innan fólkaheilsu í Føroyum. Arbeiðið fevnir um heilsufremjan, fyribyrging, upplýsing og tiltøk innan fólkaheilsu sum heild. Arbeiðið hjá Heilsustýrinum er vísindaliga grundað, og dentur verður lagdur á at brúka føroyskar heilsudátur, so innlit fæst í støðuna innan fólkaheilsu í Føroyum. Út frá hesum ber til at gera tilmæli og taka avgerðir um, hvørji øki skulu raðfestast.

Heilsudátueindin

Heilsudátueindin hevur ábyrgd av at menna og styrkja føroyska heilsudátugrundarlagið. Eindin savnar, skipar, góðskutryggjar og greinar heilsudátur og ger hagtøl og heilsufrágreiðingar um heilsustøðuna í Føroyum.

Eindin mennir og umsitur heilsuskráir hjá Heilsustýrinum, millum annað Krabbameinsskránna og aðrar heilsuskráir. Heilsudátur verða nýttar til hagtøl, greiningar, ráðlegging og sum grundarlag undir fakligum tilmælum og avgerðum.

Dátur kunnu undir ávísum treytum eisini verða nýttar til gransking. Heilsustýrið viðger umsóknir um atgongd til dátur og tryggjar, at nýtslan fer fram sambært galdandi reglum.

Ílegueindin

Ílegueindin  arbeiðir við arvafrøði, ílegudátum, lívfrøðiligum tilfari (biobankanum) og persónlagaðum heilivági. Eindin umsitur Vevnaðarskránna, Genomskránna, Diagnosuskránna og Ættarbandsskránna og hevur ábyrgd av at menna og reka undirstøðukervið á økinum.

Ílegueindin stendur eisini fyri FarGen og arbeiðir við at menna vitan og møguleikar innan arvafrøði og persónlagaðan heilivág. Dátur og lívfrøðiligt tilfar kunnu undir ávísum treytum nýtast til gransking og menning á heilsuøkinum. Arbeiðið verður skipað við denti á fakliga góðsku, dátutrygd og galdandi lóggávu.

Farsóttar- og tilbúgvingareindin

Farsóttar- og tilbúgvingareindin arbeiðir við heilsutilbúgving, smittusjúkum og koppseting. Eindin hevur ein samskipandi og ráðgevandi leiklut í heilsutilbúgvingini og arbeiðir við fyrireiking og handfaring av hendingum, sum kunnu hava álvarsligar avleiðingar fyri heilsuna hjá fólki, eitt nú farsóttum, vanlukkum og øðrum heilsuhóttanum.

Eindin ger mannagongdir, vegleiðingar og faklig tilmæli og veitir ráðgeving til myndugleikar, heilsuverkið, aðrar stovnar og borgarar. Eindin fylgir eisini við smittusjúkum og koppseting og luttekur í føroyskum og altjóða samstarvi á økinum.

Fyrisitingareindin

Fyrisitingin tekur sær av umsitingarligum uppgávum og skrivstovuhaldi vegna stjórn og starvsfólk í Heilsustýrinum. Fyrisitingareindin varðar eisini av bókhaldi, starvsfólkaviðurskiftum, samskifti og KT.