Tilbúgving

Tilbúgvingarbólkur

Landsstýriskvinnan í heilsumálum setti í mai 2023 ein arbeiðsbólk at orða eina tilbúgvingarætlan fyri farsóttir fyri Føroyar. Tilbúgvingarbólkurin hevur orðað eina pandemiætlan. Endamálið er at tryggja, at Føroyar eru væl fyrireikaðar til eina møguliga komandi heimsfarsótt.

03. oktober 2024

Tak niður Tilbúgvingarætlan fyri farsóttir.

Arbeiðsuppgávurnar hjá Tilbúgvingarbólkinum vóru:

  • at gera eina tilbúgvingarætlan fyri, hvussu tilfeingið í føroyska heilsuverkinum og samfelagnum sum heild skal skipast í sambandi við eina heimsfarsótt.

  • at lýsa, hvussu Føroyar frameftir tryggja sær atgongd til koppingarevni í sambandi við eina heimsfarsótt.

  • at arbeiðið við eini tilbúgvingarætlan verður gjørt við støði í tilbúgvingarætlanum hjá okkara grannalondum og WHO, men lagað til føroysk viðurskifti.

  • at arbeiðið tekur støði í "Hvussu stýrdu Føroyar gjøgnum Covid-19 kreppuna" (Løgmannsskrivstovan jan. 2023).

Í Tilbúgvingarbólkinum sótu:

  • Yvirlækni og prof. í arbeiðsmedisini (formaður)

  • Yvirlækni og prof. í infektiónsmedisini

  • Yvirlækni og depilsleiðari í Bráðdeplinum

  • Tilbúgvingarleiðari - Arbeiðs- og brunaeftirlitið

  • Landsdjóralæknin

  • Landsapotekarin

  • Umboð fyri kommunulæknar

  • Umboð fyri Heilsumálaráðið

  • Umboð fyri Kommunufelagið

  • Umboð fyri løgregluna