Tilbúgving

Fráboðan um smittusjúkur

Tá tilburðir av ávísum sjúkum verða staðfestir í Føroyum, skulu heilsustarvsfólk senda fráboðan til heilsumyndugleikarnar fyri at tryggja rætta handfaring og avmarka smittubreiðsluna.

14. oktober 2025

|

Smittusjúkur,

Fráboðan

Fráboðanarskyldan er galdandi fyri bæði bráðfeingis sjúkur og varandi sjúkur, og hon tryggjar, at viðkomandi fyriskipanir verða settar í verk, tað veri seg avbyrging, viðgerð, greining av møguligum smittuketum o.a.

Læknar hava skyldu til at senda Heilsustýrinum fráboðan um allar einstakar tilburðir av teimum sjúkum, sum eru ásettar í kunngerð 596, kunngerð 591 og sambært fyriskipan (anordning). Fráboðanir skulu sendast Heilsustýrinum skrivliga á fraboda@hst.fo og fyri ávísar sjúkur eisini sum telefonboð á tel. 233090. 

Heilsustýrið setir síðani um neyðugt fyriskipanir í verk, eins og eyga verður hildið við útbreiðslu í landinum fyri at staðfesta og avmarka eina møguliga farsótt.

Fyri smittusjúkur, sum ikki skulu fráboðast, er galdandi, at um óvanliga nógvir tilburðir verða staðfestir, so eigur læknin at gera Heilsustýrið varugt við støðuna. Síðani verður málið kannað nærri og møgulig átøk verða sett í verk fyri at steðga smittuni.

Oyðubløð til smittufráboðanir

GG. Til fráboðanir um HIV og Creutzfeldt-Jacobs sjúku verður oyðublað 1 nýtt.

Yvirlit yvir sjúkur, sum skulu fráboðast

Her er yvirlit yvir sjúkur, ið skulu fráboðast. Ásett er, hvussu sjúkan skal fráboðast, og hvat oyðublað skal brúkast. Sjúkur skulu altíð fráboðast við telefon, um ein upphópan sæst av sjúkutilburðum.

  Sjúka

Fráboðanarháttur

Oyðublað 

  AIDS

skrivligt

1        

  Anthrax (miltbrandur)

telefon og skrivligt

1        

  Botulisma

telefon og skrivligt

1        

  Creutzfeldt-Jacob sjúka og skyldar spongiformar encefalopatiir

skrivligt

1        

  Difteri

telefon og skrivligt

1        

  Fuglainfluensa (Avian flu) hjá menniskjum

telefon og skrivligt

 1        

  Gonorre

skrivligt

2        

  Hepatitis A akutt

skrivligt

1        

  Hepatitis B akutt og kronisk

skrivligt

1        

  Hepatitis C akutt og kronisk

skrivligt

1        

  HIV

skrivligt

1        

  Hæmolytiskt uræmiskt syndrom (HUS)

skrivligt

1       

  Hæmorrhagiskur fepur (ebola, lassa, og marburg)

telefoniskt og skrivligt

1        

  Influensa præpandemiskt alarmtíðarskeið (influenza pandemic alert period)

telefoniskt og skrivligt

1        

  Kolera (cholera)

telefoniskt og skrivligt

1        

  Koppar (smallpox)

telefoniskt og skrivligt

1        

  Legionella pneumoni (legionersjúka)

skrivligt

1        

  Lepra (spitalskusjúka)

skrivligt

1        

  Leptospirosa

skrivligt

1        

  Matvørubornar sjúkur

skrivligt

1        

  Meningokokksjúka (meningococcal disease)

telefon og skrivligt

1        

  Morbilli (meslingar)

skrivligt

1        

  MRSA

skrivligt

6        

  Neuroborreliosa

skrivligt

1        

  Ornitosa

skrivligt

1        

  Paratyfus (paratyphoid fever)

skrivligt

1        

  Parotitis epidemica (fárasjúka)

skrivligt

1        

  Pest (plague)

telefon og skrivligt

1        

  Pletttyfus

telefon og skrivligt

1        

  Poliomyelitis anterior acuta

telefon og skrivligt

1        

  Purulent meningitis

telefon og skrivligt

1        

  Rabies (hundaøði)

telefon og skrivligt

1        

  Rubella (reydlingar) undir barnsburði og kongenit rubella

skrivligt

1        

  Shigella dysenteri

skrivligt

1        

  Syfilis acquisita recens

skrivligt

2        

  Syfilis congenita

skrivligt

2        

  Tetanus (stívkrampi)

skrivligt

1        

  Tuberkulosa

skrivligt

1        

  Tussis convulsiva hjá børnum undir 2 ár (kikhosti)

skrivligt

1        

  Tyfus (typhoid fever)

skrivligt

1        

  Vatnbornar sjúkur

skrivligt

1        

  Verotoksinframleiðandi bakteriur (VTEC undir hesum E.coli O157)

skrivligt

1