Skráir

Viðgerðartestamenti

Tú kanst sjálv/-ur gera av, um tú vilt hava lívsleingjandi viðgerð ella uppafturlíving í serligum støðum. Hetta gert tú við at stovna tær eitt viðgerðartestamenti. Upplýsingar um møguligt viðgerðartestamenti hjá tær og øðrum verða savnaðar í Viðgerðartestamentisskránni hjá Heilsustýrinum.

Innihald í einum viðgerðartestamenti

Tá tú stovnar eitt viðgerðartestamenti, skrásetir tú tíni ynski viðvíkjandi lívsleingjandi viðgerð, undir hesum uppafturlíving, um so er, at tú liggur fyri deyðanum og ikki sjálv/-ur kanst siga frá, hvat tú vilt.

Tú skalt vera í minsta lagi 18 ár fyri at kunna stovna eitt viðgerðartestamenti. Eisini er ein treyt, at tú kanst ansa tær sjálvum/sjálvari og skilir avleiðingarnar av tíni avgerð.

Tá ið tú gert eitt viðgerðartestamenti, kanst tú gera greitt, at tú ikki vilt hava lívsleingjandi viðgerð, undir hesum uppafturlíving í sambandi við hjartasteðg, í hesum trimum støðunum:

  1. Um tú liggur fyri deyðanum, og viðgerðin bert fer at leingja um lívið og ikki bøta um tína heilsustøðu ella geva tær pínulinnan.

  2. Um tú ert so mikið viknað/-ur av sjúku, vanlukku ella elli, at tú ongantíð aftur kanst ansa tær sjálvum/sjálvari – hvørki kropsliga ella sálarliga.

  3. Um viðgerðin kann gera, at tú yvirlivir, men læknin metir, at kropsligu árinini av sjúkuni ella av sjálvari viðgerðini verða sera álvarssom og pínufull.

Heilsustarvsfólk skulu virða tað, sum tú hevur tikið avgerð um í viðgerðartestamentinum.

Í viðgerðartestamentinum kanst velja, at tínar avgerðir bert eru galdandi, um tíni avvarðandi, tín verji ella ein framtíðarfulltrúi góðkennir hetta í ítøkiligu støðuni. Ein framtíðarfulltrúi er ein persónur, sum tú frammanundan hevur tilnevnt at taka avgerðir tína vegna, um tú ikki longur ert før/-ur fyri tí.

Stovna viðgerðartestamenti

Tú kanst gera títt viðgerðartestamenti hjá einum lækna í føroyska heilsuverkinum. Um tú vilt taka títt viðgerðartestamenti aftur ella broyta tað, skalt tú eisini gera tað hjá einum heilsustarvsfólki í føroyska heilsuverkinum.

Tú gert viðgerðartestamentið við at fylla út eitt oyðublað, har tú setir kross við tær ásetingarnar, ið tú vilt hava galdandi fyri teg.

Tak niður faldara við oyðublaði.

Undirskrivaða oyðublaðið skal latast einum lækna í føroyska heilsuverkinum. Læknin skrásetir síðani oyðublaðið í talgildu heilsuskipanini.

Gildiskoma

Um tú ikki longur ert før/-ur fyri at taka støðu til viðgerð, kann títt viðgerðartestamenti fáa gildi. Hetta kann eitt nú vera, um tú ert vorðin minnisveik/-ur ella hevur verið fyri vanlukku. Tað er tó altíð ein læknafaklig meting, nær tú ert í eini støðu, har viðgerðartestamentið fær gildi.

Um tú ikki hevur gjørt eitt viðgerðartestamenti og ert so mikið viknað/-ur, at tú ikki kanst ansa tær sjálvum/sjálvari, royna læknarnir sum útgangsstøði at halda teg á lívi.

Fráboðan um viðgerðartestamenti

Tað er eitt gott hugskot at tosa við tíni nærmastu avvarðandi, um tú hevur ávís ynski og hugsanir í sambandi við viðgerðartestamentið. Støðan kann vera trupul hjá teimum, um hon íkemur brádliga. Eisini er skilagott at tosa við kommunulæknan um hetta.