Krabbameinsskráin
Krøv til krabbameinsfráboðan
1. Endamál
Allir nýggir staðfestir krabbameinstilburðir í Føroyum skulu fráboðast til Heilsustýrið. Fráboðan av krabbameini er sostatt knýtt at verandi KT-skipanum, og allar eindir, ið eru við í útgreining og viðgerð av krabbameinssjúkum, hava skyldu at lata upplýsingar og gera fráboðan sambært galdandi kunngerð.
Endamálið við hesi nágreiningini av krøvum er sostatt at tryggja, at Sjúkrahúsverkið letur Krabbameinsskránni allar neyðugar og fullfíggjaðar upplýsingar um staðfestar krabbameinstilburðir.
Dátur skulu sendast talgilt og skulu fevna um øll punkt, ið samsvara við galdandi fráboðanarskjalið
”Anmeldelse til cancerregisteret”.
2. Heimild og skyldur
Grundað á Kunngerð nr. 74 frá 20. juni 2024 um Krabbameinsskrá skulu allir nýggir staðfestir
krabbameinstilburðir fráboðast Heilsustýrinum innan galdandi freist.
3. Dátukrøv
Fyri hvønn tilburð skulu hesar dátur latast inn:
A. Upplýsingar um sjúklingin
P-tal
Fult navn
Kyn
Bústaður
B. Upplýsingar um diagnosu
Dagfesting fyri staðfesta krabbameinsdiagnosu.
ICD-10 (sambært fráboðanarskyldugum krabbameinsdiagnosum, skjal 1).
Lateralitetur (fyri parað organ).
Útbreiðsla:
TNM (klinisk/patologisk, versjón).
Ann Arbor staging (lymfom) + anatomisk lokatión.
Er talan um Recidiv, Skal tað viðmerkjast
Er talan um HPV, so skal HPV-slag skrivast.
Diagnosugrundarlag:
Makroskopiskt.
Mikroskopiskt.
ICD-O-3 topografi og morfologi:
Morfologi-kotan skal skrivast, tá hon finst.
Allar ICD-10, ICD-O-3, Ann Arbor, TNM og morfologi kotur skulu fylgja galdandi standardum hjá WHO og ENCR.
C. Viðgerð
Viðgerðarslag við dagfesting (skurðviðgerð, stráluviðgerð, kemoterapi, antihormon, palliativ
o.s.fr.).
D. Aðrar upplýsingar
Dagfesting, navn á lækna, ið hevur gjørt fráboðanina.
4. Fráboðanarkrøv
Krabbameinsfráboðan skal gerast í hesum førum:
Tá sjúklingurin fær svar uppá kanning, sum váttar krabbameinsdiagnosu.
Tá sjúklingurin fær svar uppá biopsi, sum váttar krabbameinsdiagnosu.
Tá ein epikrisa kemur úr útlondum, sum váttar eina krabbameinsdiagnosu.
Hetta er galdandi fyri allar sjúklingar búsitandi í Føroyum, ið fáa staðfest krabbamein – uttan mun til
um diagnosan verður sett í útlondum ella í Føroyum.
5. Freistir
Sjúkrahúsverkið skal lata eina fullfíggjaða fráboðan til Heilsustýrið í seinasta lagi 30 dagar eftir, at
sjúklingur hevur fingið staðfest eina fráboðanarskylduga krabbameinsdiagnosu. Eitt fyribils stig kann tó verða fráboðað sum “ófullfíggjað”, til allar endaligar upplýsingar eru tøkar. Fráboðanin skal fullfíggjast, tá írestandi upplýsingar eru tøkar. Dagføringar við nýggjum upplýsingum um t.d. viðgerð skulu latast inn innan 30 dagar eftir broyting.
6. Format og avhendan
Dátur skulu latast inn í tryggum, talgildum formati.
Fráboðarskjalið skal sendast við ”Sikker Mail” til Heilsustýrið á teldupost krabbamein@hst.fo.
7. Dátuvernd og ábyrgd
Allar persónsupplýsingar skulu viðgerast sambært Dátuverndarlógini og GDPR. Sjúkrahúsverkið er
dátuveitari og hevur ábyrgd av at tryggja:
Lógliga heimild.
Nágreiniligar og fullfíggjaðar dátur.
At navnið, ið er sett á fráboðanarskjalið, skal kunna leiða upplýsinganar aftur til persónin, sum
hevur gjørt fráboðanina.
Loggføring og trygdarátøk.
8. Góðskutrygd
Heilsustýrið og Sjúkrahúsverkið skulu gera regluligar samanberingar av dátugóðsku og fullkomileika.
9. Samband
Heilsustýrið
Óðinshædd 11, 1. hædd hm.
FO-100 Tórshavn
Telefon: 309060
Teldupostur: hst@hst.fo
Ábyrgd:
Elna Dam Dahl-Olsen
Telefon: 233057
Teldupostur: elna@hst.fo
Eftirmeting og møgulig dagføring: Nov. 2026
GG
Allir læknar, sum seta eina krabbameinsdiagnosu, skulu gera krabbameinsfráboðan. Hetta er galdandi fyri LS, KS, SS, kommunulæknar og privatvirkandi læknar.