Skráir

Koppsetingarskrá

Heilsustýrið umsitir og mennir eina koppsetingarskrá í sambandi við, at stovnurin varðar av farsóttarøkinum í Føroyum. Tá ið tú verður koppsett/ -ur, verður tað skrásett í tíni sjúklingajournal, og í koppsetingarskránni hjá Heilsustýrinum. 

Í koppsetingarskránni er títt p-tal, læknaviðtala, heilsustarvsfólk, sum hevur koppsett, skrásettar koppsetingar og dagfesting fyri koppsetingarnar. Dáturnar í koppsetingarskránni verða nýttar til hagtalsarbeiði í Heilsustýrinum.