Skráir

Heilsustýrið varðar av føroyska, genetiska biobankanum og skipar, umsitur og mennir nógvar ymsar heilsuskráir. Skráirnar savna og skipa heilsu- og sjúkuupplýsingar um føroyingar, og hetta er til gagns fyri bæði sjúklingar og heilsustarvsfólk, eins og upplýsingarnar kunnu nýtast til fyrisitingarlig endamál í heilsuverkinum og til gransking.

Heilsudátur 2

Ættarbandsskráin

Ættarbandsskráin er ein ættartalva fyri allar føroyingar frá uml. 1650 til í dag.

Krabbameinsskráin

Allir nýggir tilburðir av krabbameini í Føroyum verða skrásettir í Krabbameinsskránni.

Vevnaðarskráin

Vevnaðarskráin er inniheldur m.a. blóð, vevnað og DNA.

Diagnosuskráin

Í Diagnosuskránni eru upplýsingar um diagnosur og aðrar heilsuupplýsingar.

Genomskráin

Genomskráin er ein skrá, sum inniheldur ílegudátur og aðrar upplýsingar, sum koma frá menniskjavevnaði.

CP-skráin

Í skránni eru upplýsingar um øll við diagnosuni, Cerebral Paresa, sum eru fødd ella búsitandi í Føroyum

Koppsetingarskrá

Heilsustýrið umsitir og mennir eina koppsetingarskrá í sambandi við, at stovnurin varðar av farsóttarøkinum í Føroyum.

PKU-kort

Øll foreldur at børnum, sum verða fødd í Føroyum, fáa tilboð um at lata barnið kanna fyri 25 álvarsligar sjúkur, sum kunnu geva álvarsligt mein, um tær ikki verða funnar og viðgjørdar tíðliga.

Viðgerðartestamenti

Við einum viðgerðartestamenti gert tú sjálv/-ur av, um tú vilt hava lívsleingjandi viðgerð ella uppafturlíving í serligum støðum.

Tvíburaskráin

Tvíburaskráin er ein dátugrunnur við øllum tvíburum, sum eru føddir í Føroyum síðani 1700.

Landssjúklingaskráin

Landssjúklingaskráin er grundarlag fyri ráðlegging innan heilsuverkið og mennir undirstøðukervið til heilsugransking.

Aðrar heilsuskráir

Ætlanin er, at Heilsustýrið skal umsita og menna fleiri nýggjar heilsuskráir.

Gransking í skráunum

Fyri at fáa atgongd til dátur úr skráunum hjá Heilsustýrinum krevst ein sáttmáli umframt aðrar góðkenningar frá myndugleikum.