Sjúka og viðgerð
Vegleiðing um smittusjúkur
Niðanfyri ber til at taka niður kunningarskriv ella vegleiðingar um smittusjúkur, sum kunnu vera góðar hjá eitt nú stovnum og skúlum at hava liggjandi.
Í kunningarskrivunum verður dentur lagdur á at kunna um, hvussu sjúkurnar smitta, sjúkutekin og møguliga viðgerð. Eisini fæst vegleiðing til foreldur og onnur um, nær børnini kunnu fara á stovn ella í skúla aftur, eftir at tey hava verið sjúk.
- Beinkrím
- Diarré (sí Leyst lív og spýggja)
- Kyssisjúka
Plakat til dagstovnar
Í februar 2026 fingu allir dagstovnar í landinum umvegis kommunurnar bjóðað eina plakat frá Heilsustýrinum, sum hevur stuttar vegleiðingar til starvsfólk og foreldur um mest vanligu smittusjúkurnar. Víst verður á, hvussu sjúkurnar smitta, um viðgerð krevst og um nær barnið kann fara á stovn ella í skúla aftur, eftir at tað hevur verið sjúkt.
Plakatin er tøk her.