Sjúka og viðgerð

Skreening fyri krabbamein

Skreeningar fyri krabbamein eru tilboð, sum hava til endamáls at minka um sjúku og deyða orsakað av krabbameini. Talan er um fyribyrgjandi heilsuátøk, har frísk fólk verða kannað fyri undanstig til krabbamein ella byrjandi tekin um sjúku.

23. juni 2025

|

Krabbamein

Endamálið við kanningunum er at finna krabban so tíðliga sum møguligt, soleiðis at til ber at seta inn tíðliga við fyribyrgjandi átøkum ella viðgerð. Tá sett verður inn tíðliga, er viðgerðin ofta mildari og munadyggari.

Skreeningar er sjálvbodnar, men Heilsustýrið mælir øllum til at taka av tilboðunum. Í Føroyum bjóðar heilsuverkið skreening fyri tvey sløg av krabbameini: lívmóðurhálskrabba og bróstkrabba. Tilboðini um kanning eru lagað miðvíst til ávísar málbólkar.

Í grannalondum okkara hava tey eisini tilboð um skreening fyri tarmkrabba til ávísar málbólkar. Arbeitt verður við at seta hesa skreeningina í verk í Føroyum eisini.

Skreening fyri lívmóðurhálskrabba

Lívmóðurhálskrabbi er ein álvarsom sjúka og er millum tey sløgini av krabbameini, ið koma oftast fyri hjá kvinnum. Fremsta orsøkin til lívmóðurhálskrabba er virusið Human Papillomavirus (HPV). HPV er felagsheiti fyri omanfyri 100 ymisk sløg av virusi. Nøkur sløg kunnu elva til kyknubroytingar, sum kunnu menna seg til krabbamein.

Kvinnur millum 23 og 64 ár fáa tilboð um regluliga fyribyrgjandi kanning, skreening, fyri lívmóðurhálskrabba. Talan er um einfalda kanning hjá kommunulæknanum, har ein roynd av slími verður tikin við lívmóðurmunnan at kanna fyri kyknubroytingar. Kyknubroytingar kunnu vera til staðar, langt áðrenn tær broytast til veruligt krabbamein.

Í Føroyum kunnu allar gentur millum 12 og 17 ár lata seg koppseta móti lívmóðurhálskrabba við HPV-koppsetingini.

Aldur: Kvinnur í aldursbólkinum 23-64 ár.

Títtleiki: Kvinnur millum 23 og 29 ár fáa innkalling triðja hvørt ár, og kvinnur millum 30 og 64 ár fáa innkalling fimta hvørt ár.

Endamál: At varnast kyknubroytingar tíðliga fyri at fyribyrgja lívmóðurhálskrabba.

Skreening fyri bróstkrabba

Bróstkrabbi er vanligasta slagið av krabbameini hjá kvinnum í vesturheiminum. Umleið tíggjunda hvør kvinna fær bróstkrabba einaferð í lívinum, og vandin økist munandi frá 50-ára aldri.

Skreening fyri bróstkrabba er ein røntgenkanning av bróstunum, sum eisini verður rópt ein mammografikanning. Kanningin kann vísa broytingar/knyklar í bróstunum, sum tú ikki følir uttaná bróstinum, og sum kunnu vera tekin um bróstkrabba.

Endamálið við kanningini er at kunna staðfesta møguligan bróstkrabba tíðliga, tí tá eru møguleikarnir at viðgera betri, viðgerðin er mildari og til ber at minka um deyðstíttleikan av sjúkuni. Tí fáa allar kvinnur millum 50 og 69 ár tilboð um kanning, eisini hóast tær eingi sjúkutekin hava um bróstkrabba. Kanningin verður endurtikin annaðhvørt ár.

Kanningin fer fram á Røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum og tekur bert fáar minuttir.

Aldur: Kvinnur í aldursbólkinum 50-69 ár.

Títtleiki: Annaðhvørt ár.

Endamál: At finna bróstkrabban tíðliga, so viðgerðin virkar best.