Sjúka og viðgerð
Vævsanvendelsesregisteret
Í føroyska heilsuverkinum verða royndir, t.e. blóðroyndir, vevnaðarroyndir og/ella íleguupplýsingar, ofta send til Danmarkar til kanningar, av tí at ávísar kanningar ikki verða gjørdar í Føroyum. Hesar royndirnar verða goymdar hjá m.a. donskum biobankum og sjúkrahúsum.
14. november 2024
|
Vævsanvendelsesregisteret
Sambært danskari lóggávu, sum eisini er galdandi í Føroyum, kanst tú gera av, um blóð- og vevnaðarroyndir eins og íleguupplýsingar, sum tú og tíni børn lata í sambandi við viðgerð í heilsuverkinum, ikki skulu kunna brúkast til gransking. Hetta gert tú við at skráseta teg og/ella tíni børn í danska Vævsanvendelsesregisteret.
Skrásetir tú teg ella tíni børn í Vævsanvendelsesregisteret, merkir tað, at blóðroyndir, vevnaðarroyndir og/ella íleguupplýsingar hjá tykkum einans kunnu verða brúktar til viðgerð av tær ella tínum børnum ella til endamál, sum eru knýtt at tykkara viðgerð.
Tá ið ein granskingarstovnur skal brúka royndir frá fólki til gransking, hevur hann skyldu til at kanna, um møguligir luttakarar í eini granskingarverkætlan eru skrásettir í Vævsanvendelsesregisteret. Eru teir tað, fær granskingarstovnurin ikki atgongd til royndirnar hjá viðkomandi persónum.
Tað er danska Sundhedsdatastyrelsen, sum umsitur Vævsanvendelsesregisteret. Sundhedsdatastyrelsen hevur ikki atgongd til lívfrøðiliga tilfarið, men umsitur einans skrásetingarnar frá borgarum, eisini frá føroyingum.
Les meira um, hvussu tú skrásetir teg ella tíni børn til Vævsanvendelsesregisteret her.