Sjúka og viðgerð
Smittusjúkur
Í yvirlitinum niðanfyri er kunning um ymsar smittusjúkur, har dentur verður lagdur á smittu, sjúkutekin og møguliga viðgerð. Eisini fæst vegleiðing til foreldur um, nær børnini kunnu fara á stovn ella í skúla aftur, eftir at tey hava verið sjúk.
26. januar 2026
|
Smittusjúkur
Barnaormur
Les hesa vegleiðingina og kunna starvsfólk á stovninum ella í skúlanum hjá barninum, um tekin eru um barnaorm. Barnaormur (enterobiasis) er ein lítil ormur, sum livir í tarminum. Ormarnir ferðast uttan fyri tarmin og leggja egg við endatarmsopið.
Smitta
Eggini eru rættiliga mótstøðufør og kunnu liva í seingjarklæðum og støvi í einar tvær vikur. Smitta fer fram við at barnið skriðar sær í endatarminum og fær egg á fingrarnar og síðani í munnin.
Tú kanst smitta onnur frá tveimum vikum eftir, at tú ert smittað/ur, og til viðgerðin er byrjað.
Fyribyrging
Tá barnaormur er í familjuni, er neyðugt við góðum reinføri hjá øllum húskinum og í bústaðnum fyri at fyribyrgja smittu, eitt nú við regluføstum handvaski áðrenn máltíðir, og eftir at tú hevur verið á vesinum umframt at vaska seingjarklæði o.a.
Sjúkueyðkenni
Tilgerðartíðin er 2-6 vikur.
Einasta sjúkutekin er skriði við endatarmsopið og hjá gentum møguliga í skeiðini, serliga um náttina. Lætt er at bera eyga við ormarnar á skarninum og við endatarmsopið um náttina. Ormarnir eru um 1 cm, hvítir og líkjast seymitráði.
Viðgerð
Læknin kann skriva út heilivág fyri barnaorm. Alt húskið eigur at fara í viðgerð samstundis. Seingjarklæði og undirklæði eiga at verða vaskað um somu tíð við min. 60° C. Klipp neglirnar stuttar og vaska tær væl um hendurnar. Tú kanst t.d. brúka neglabust.
Á stovn ella í skúla
Barnið kann fara á stovn ella í skúla uttan avmarkingar.
Barnasár
Les hesa vegleiðingina og kunna starvsfólk á stovninum ella í skúlanum hjá barninum, um tekin eru um barnasár. Barnasár (impetigo) eru sár, sum standast av bakterium (einamest stafylokokkar ella streptokokkar), og tey smitta sera illa.
Smitta
Smittan ferðast við vætu úr sárinum við hondum ella lutum. Smittan kann koma frá frískum fólki, sum hevur bakteriuna í nøsini. Smittuevni (t.d. stafylokokkar) kunnu liva í umhvørvinum, eitt nú á innbúgvi, leikum og í seingjarklæðum ógvuliga leingi – í mánaðir. Smitta kann fara fram, tá tað vætir úr sárinum og so leingi sum skruva er á.
Fyribyrging
Rætt handreinføri og reingerð í bústaðnum eru umráðandi fyri at fyribyrgja smittubreiðsluni. Vætan úr barnasárum ella svullum er full av bakterium, og av tí at smábørn ikki ordiliga hava skil fyri reinføri og hava lyndi til at nerta við sárini, er týdningarmikið at halda reglurnar fyri, nær børnini kunnu koma á stovn ella í skúla, eisini hóast børnini ikki tykjast so sjúk.
Sjúkueyðkenni
Tilgerðartíðin er fáir dagar.
Sárini vísa seg aloftast sum lítlir, reyðir blettir, sum skjótt verða til vætandi sár, sum fáa gulligar skruvur. Sárini kunnu vera allastaðni á húðini, men eru ofta rundan um nøsina og munnin. Onnur í húskinum verða ofta smittað.
Viðgerð
Vanliga er neyðugt at viðgera barnasár.
Serlig fyrivarni
Um MRSA (methicillin-resistentir gulir stafylokokkar) verða staðfestir í royndum frá sárunum, galda serstakar reglur.
Á stovn ella í skúla
Børnini mugu ikki fara á stovn ella í skúla, fyrr enn sárini eru turr og skruvurnar eru burtur. Hóast viðgerð er byrjað, kunnu sárini framvegis smitta. Børn í skúlaaldri duga betur at halda gott handreinføri, og tí kunnu tey fara í skúla, um okkurt kann leggjast útyvir sárini, og um sárini ikki eru so mong. Vegleiðing í góðum reinføri og at vaska sær ofta um hendurnar kann fyribyrgja at sjúkan tekur seg upp aftur.
Beinkrím (influensa)
Les hesa vegleiðingina og kunna starvsfólk á stovninum ella í skúlanum hjá barninum, um tekin eru um beinkrím.
Beinkrím er ein sjúka í andaleiðini við fepri og ávirkan á almennu heilsustøðuna. Sjúkan kann standast av fleiri ymiskum beinkrímsvirusum. Beinkrím vísir seg næstan bert í vetrarhálvuni. Summi ár eru serliga nógvir tilburðir, og tá verður tosað um eina beinkrímsfarsótt.
Smitta
Beinkrím smittar við floti/dropum úr andaleiðini við hosta, njósan, beinleiðis kropsligum sambandi, t.d. á hondunum ella á lutum. Beinkrím smittar illa, og smitta kann fara fram frá degnum fyri at sjúkan tekur seg upp til 3-4 dagar seinni.
Fyribyrging
Halt gott handreinføri. Hosta/njós í pappírslummaturriklæði ella í ermuna og vaska tær um hendurnar og/ella sóttreinsa aftaná. Tveit brúkta pappírslummaturriklæðið burtur, lat tað ikki liggja frammi ella í einum lumma. Ansa eftir, at flot/dropar úr andaleiðini ikki seta seg á hendur ella lutir. Vaska tær væl um hendurnar, um tú hevur fingið flot/dropar á teg.
Lufta væl út og fá eitt sindur av gjóstri fleiri ferðir um dagin.
Sjúkutekin
Tilgerðartíð: 1-4 dagar.
Sjúkutekinini byrja ofta rættiliga skjótt. Tú kanst hava høgan fepur, høvuðpínu, vøddapínu, almenna heilsustøðan viknar, ofta saman við krími, pínu í hálsinum og hosta. Hjá smábørnum kann vanligt krím hava við sær sjúkutekin, sum líkjast beinkrími.
Viðgerð
Børn og ung, sum annars eru frísk, hava aloftast ikki tørv á heilivágsviðgerð fyri beinkrím. Børn, sum hava veika immunverju ella eru sjúk kunnu hava tørv á koppseting fyri beinkrím.
Á stovn ella í skúla
Tá ið barnið er frískt.
Borrelia og TBE
Skógarmotta kann smitta fólk við sjúkunum borrelia og/ella TBE (tick-borne encephalitis). Skógarmotta er ikki vanlig í Føroyum, men hon verður viðhvørt funnin á húsdjórum, m.a. hundum, kettum og seyði. Skógarmottan í Føroyum elvir, sum er, ikki til TBE.
TBE verður eisini rópt miðevropeiskur heilabruni. TBE stendst av einum virusi, sum smittar, tá tú verður bitin av eini skógarmottu. Í Danmark verða vanliga staðfestir uml. tveir tilburðir um árið á Bornholm, og einstakir tilburðir hava eisini verið í Norðursælandi. Aðra staðni í Danmark er eingin vandi fyri at verða smittað/ur við TBE frá skógarmottuni. TBE finst eisini í øðrum evropeiskum londum, eitt nú í Svøríki, Finnlandi og Týsklandi.
Borrelia er ein bakteria, og hon smittar eisini gjøgnum bit frá eini skógarmottu. Skógarmottur, sum bera borrelia-bakteriuna, eru at finna nógva staðni í Norðurlondum og í Evropa, serliga í økjum við nógvum stórum vertsdjórum so sum rádjór, hjørtir o.l.
Smitta
TBE-virus smittar fáar minuttir eftir, at skógarmottan hevur bitið seg fasta. Borrelia smittar ikki fyrr enn mottan hevur sitið á húðini í uml. eitt samdøgur. Um mottan verður tikin burtur innan 24 tímar, er smittuvandin ógvuliga lítil. Skógarmottan bítur seg fasta har, sum húðin er serliga tunn og har, ið hon kann fjala seg, t.d. í knæsbótini, lærkrikanum, undir arminum, aftan fyri oyrað og í nalvanum. Kanna eisini hárbotnin á børnunum. Borrelia og TBE smittar ikki millum fólk.
Fyribyrging
Skógarmottan heldur til í tøttum og høgum grasi og í øðrum gróðri í skóginum ella í økjum tætt við skógin. Tá tú hevur verið av løgdum gøtum í skóginum ella hevur gingið í høgum grasi, er umráðandi javnan at kanna eftir, um nøkur skógarmotta er at síggja á húðini. Tá tú kemur heim eftir túrin, eigur tú aftur at kanna allan kroppin fyri at tryggja tær, at eingin motta er at síggja. Minst til eisini at kanna hárbotnin hjá børnunum. Um tú heldur teg til gøturnar í skóginum, er vandin fyri at verða bitin av skógarmottu ógvuliga lítil. Til ber at verja seg fyri biti við at vera í troyggju við longum ermum, fótsíðum buksum og í gummistivlum, ella við at stappa buksurnar niður í hosurnar. Lættari er at síggja motturnar, um tú ert í ljósum klæðum. Mýggjabitasalva við tilfarinum DEET í styggir motturnar burtur, men tað eigur ikki at verða brúkt einsamalt uttan onnur fyribyrgjandi tiltøk, sum eru nevnd omanfyri. Brúkar tú mýggjabitasalvu at verja teg við, eigur tú at minnast til at smyrja salvuna á javnan við uml. tveir tíma millumbilum.
Um mottan hevur bitið seg fasta
Um skógarmottan hevur bitið seg fasta í húðina, skal hon takast burtur sum skjótast. Nýt eina pinsett ella neglirnar til at taka hana burtur. Tak fatur so tætt at húðini, sum til ber. Tað ger einki, um eitt ein lítil partur av munninum ella høvdinum á mottuni situr eftir á húðini. Smyr ikki smør, tannkrem ella spritt á mottuna, fyri at beina hana burtur, tí hesir hættir kunnu hava við sær, at mottan sleppur at sita á húðini longur.
Koppseting
Vaksin og børn eldri enn 1 ár, sum javnan ferðast í skógi við tøttum vøkstri og av løgdu gøtunum, kunnu umhugsa at fáa koppseting fyri TBE. Tosa við egnan lækna um, hvørt tað er viðkomandi fyri teg og tína familju. Gev tó gætur, at koppsetingin fyri TBE gevur tær ikki 100% verju, so tað er framvegis eitt gott hugskot at fylgja ráðunum um fyribyrging móti biti frá skógarmottu. Til ber ikki at koppseta seg fyri borrelia.
Sjúkueyðkenni fyri TBE
Tilgerðartíðin, tvs. tíðin frá smittu til sjúkutekin vísa seg, er 7-14 dagar.
Um 75% av teimum, sum verða smittað við TBE, verða ikki sjúk. Hjá teimum, sum fáa sjúkutekin av TBE, byrjar sjúkan við sjúkueyðkennum, sum líkjast beinkrími, og vara hesi í nakrar dagar. Uml. ein triðingur fær eftir hetta tekin um heilabruna við høvuðpínu, fepri og lammilsi, og tað kemur eftir eitt tíðarskeið uppá fáar dagar til vikur, har eingi sjúkutekin hava verið. Einstakir sjúklingar kunnu fáa varandi mentalt ella neurologiskt mein. Børn undir sjey ár verða sjáldan álvarsliga sjúk við TBE.
Sjúkueyðkenni fyri borrelia
Tilgerðartíðin, tvs. tíðin frá smittu til sjúkutekin vísa seg, er 3-30 dagar. Borrelia-smittan kann hava við sær ymisk sjúkutekin, alt eftir nær í sjúkugongdini tú varnast smittuna, og alt eftir um smittan er lokal, ella um hon breitt seg í kroppinum. Ein lokal infektión vísir seg at byrja við ofta við einum reyðum, væl avmarkaðum útbroti, sum líkist einum ringi rundan um sjálvt bitið á húðini. Útbrotið kann koma nakrar dagar ella upp í fleiri vikur eftir, at ert bitin, og tað veksur stigvíst. Verður lokala infektiónin ikki viðgjørd, kann bakterian breiða seg í kroppinum og elva til sjúkutekin í vikur til mánaðir eftir, at tú vart smittað/ur. Sjúkutekinini kunnu vera fepur, vøddapína, pína í liðunum, høvuðpína og møði. Sjúkutekin kunnu eisini vísa seg í nervalagnum, eitt nú við veikari vøddamegi, geislandi nervapína, vøddalamningi ella ávirkan á hjartað. Sjúkutekinini kunnu í sjáldsomum førum standast, uttan at útbrot hevur víst seg á húðini.
Viðgerð fyri TBE og borrelia
Eingin serstøk viðgerð er móti TBE. Smitta við borrelia kann viðgerðast munadygt við antibiotika á øllum stigum. Í flestu førum kann smittan viðgerast og lekjast, uttan at sjúklingurin fær varandi mein. Hjá einstøkum sjúklingum kunnu skaðar sum andlitslamningur gerast varandi. Um eitt eyðkent, reytt útbrot vísir seg rundan um staðið, har skógarmottan hevur bitið, ella um onnur sjúkutekin um borrelia vísa seg, skalt tú seta teg í samband við læknan.
Á stovn ella í skúla
Børn, sum eru smittað við borrelia ella TBE, kunnu fara á stovn og í skúla uttan avmarkingar, tá tey tykjast frísk og ikki hava sjúkutekin. Kunna starvsfólkið, um barnið vísir tekin um smittu við borrelia ella TBE.
CPO
CPO er stytting fyri carbapenemase-producing organism, og er eitt felagsheiti fyri ein bólk av bakterium, sum kann vera trupul at viðgera, tí bakteriurnar eru mótstøðuførar móti antibiotika, sum vanliga verður brúkt at viðgera infektiónir (carbapenem) við.
CPO fevnir um tveir høvuðsbólkar av bakterium: tarmbakteriur og umhvørvisbakteriur. Tarmbakteriurnar eru størsti bólkurin, og hesar verða róptar CPE, carbapenemase-producing enterobacterales. Talan er um kendar tarmbakteriur sum E.coli, Klebsiella pneumoniae, sum eru vorðnar so mótstøðuførar, at bert fá sløg av antibiotika eru, sum kunnu brúkast at viðgera við.
Síðstu árini er talið á tilburðum av CPO-infektiónum vaksið munandi. Tí halda heilsumyndugleikarnir eyga við tilburðum og útbreiðslu av CPO-bakterium í heilsuverkinum.
Smitta
Smitta fer einamest fram við tøttum sambandi við onnur fólk, og aloftast verður smittan borin á hondunum. CPO er oftast tarmbakteriur, sum koma út við skarninum, og á húðini er bakterian serliga at finna í gininum (skrevinum). Tú kanst fyribyrgja smittu við góðum handreinføri, serliga eftir at tú hevur verið á vesinum.
Í Føroyum eru flestøll, sum hava fingið staðfest CPO-bakteriur, smittað uttanlands. Seinastu árini eru tilburðir tó eisini staðfestir hjá fólki, sum ikki hava verið uttanlands. Eisini hava tilburðir av CPO verið staðfestir á føroyskum sjúkrahúsum.
Sjúkueyðkenni
Nógv av teimum, sum eru smittað við CPO, eru frískir smittuberar og hava CPO-bakteriuna í tarminum uttan at hava nøkur sjúkutekin. CPO-bakteriur eru ikki meira sjúkuelvandi og smitta heldur ikki verri enn aðrar bakteriur. Ein frískur persónur er bert í lítlum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúkur av CPO-bakterium, um hann verður smittaður.
Eingin viðgerð kann beina burtur CPO-bakteriur hjá einum frískum smittubera, og hjá summum hvørvur bakterian av sær sjálvari.
CPO elvir sjáldan til álvarsliga infektión, sum skal viðgerast. Fólk, sum frammanundan eru sjúk ella veik, kunnu tó gerast álvarsliga sjúk av CPO-bakteriuni, tí tey eru minni mótstøðufør móti infektiónum. CPO-bakterian elvir oftast til bruna í landgøgnunum ella blóðrenslinum, og oftast krevst viðgerð við serligum antibiotika.
Viðgerð
Viðgerðin móti infektiónum við CPO-bakterium krevur ofta serlig sløg av antibiotika. Hetta kemst av, at CPO-bakteriurnar framleiða ein kveika (ensym), sum ger bakteriurnar mótstøðuførar móti nógvum sløgum av antibiotika. Um tú verður sjúk/ur av bakteriuni ella aðrari infektión, er sostatt umráðandi, at tú fært viðgerð við antibiotika, sum virkar móti bakteriuni. Læknin metir, um tú eigur at verða kannað/ur fyri CPO-bakteriuna.
Eygnabruni
Les hesa vegleiðingina og kunna starvsfólk á stovninum ella í skúlanum hjá barninum, um tekin eru um eygnabruna.
Eygnabruni (conjunctivitis) er bruni í eygnareyðanum. Eygnareyðin fevnir um “tað hvíta” í eyganum og innaru síðu av eygnalokinum.
Smitta
Smitta fer fram við nerting (kropsligum sambandi) og gjøgnum lutir so sum handklæði og leikur. Smitta verður eisini borin gjøgnum luftina við hosta ella njósa.
Fyribyrging
Gott reinføri minkar um vandan fyri smittu við eygnabruna, og umráðandi er við góðum handreinføri. Vaska tær um hendurnar/sóttreinsa, tá tú hevur nortið við vætu úr eygunum. Mælt verður til at fremja handreinføri áðrenn tú fert í gongd við okkurt reint so sum matgerð, at borðreiða o.s.fr., og eftir at tú hevur nortið við okkurt skitið. Tryggja tær eisini, at eygnabrunin ikki breiðir seg gjøgnum lappar og handklæði.
Sjúkueyðkenni
Eygnabruni fevnir bæði um mildar og álvarsligar heilsustøður.
Mildur eygnabruni
Tvey sløg eru av mildum eygnabruna, sum serliga koma fyri hjá børnum, sum eru forkølað. Annað slagið vísir seg sum eitt sindur av reyðleika, táraráka og eitt sindur av mislittum pussi í eygnakrókunum (gulum klumpum), sum serliga vísir seg, eftir at barnið hevur sovið. Hetta stavar frá tiptum táragongdum orsakað av hovnum slímhinnum. Børn við hesum slagnum av eygnabruna kunnu fara á stovn og í skúla.
Hitt slagið av mildum eygnabruna stendst av virusum, sum bert smitta eitt lítið sindur. Sjúkutekinini eru ikki so týðilig, og almenna heilsustøðan hjá barninum er ikki ávirkað. Antibiotika hevur ongan virknað á hetta slagið. Børn við hesum eygnabruna kunnu eisini fara í stovn og í skúla.
Hesi bæði sløgini av eygnabruna eru vanlig og raka næstan øll børn onkuntíð. Um trupulleikarnir vara longur enn eina viku, eigur barnið at verða kannað av lækna, sum metir um møguliga viðgerð.
Ringur eygnabruni
Í sjáldsomum førum kann talan vera um eina álvarsligari støðu av eygnabruna, sum stendst annaðhvørt av virusi ella av bakterium. Í hesum førum rennur puss úr eyganum, sum eisini er reytt og hovið, bæði í tí hvíta í eyganum og á innaru síðu av eygnalokunum. Barnið kennir turrleika, sviða og tað brennur í eyganum, og viðhvørt kemur ljóskvæmi og táraráki fyri. Almenna heilsustøðan kann vera ávirkað. Hetta slagið av eygnabruna smittar illa, og barnið skal ikki fara á stovn ella í skúla. Neyðugt er við læknaviðgerð.
Viðgerð
Tú skalt altíð vera varin, tá tú reinsar eyguni á barninum í sambandi við eygnabruna, tí ansast skal væl eftir ikki at breiða smittuna úr øðrum eyganum til hitt. Tú eigur at vaska tær um hendurnar og/ella sóttreinsa, hvørja ferð tú hevur viðgjørt eyguni á barninum.
Ger eitt petti av vatti vátt við flógvum vatni til at reinsa pussið burtur við. Byrja innast í eygnakrókinum og reinsa út eftir. Tú mást ikki brúka sama vattið til bæði eyguni. Neyðugt er ikki at viðgera gular klumpar í eygunum, sum standast av forkølilsi og veikari virusinfektión, tí ampin av hesum er avmarkaður, og antibiotika hevur ongan virknað. Tá er nóg mikið at reinsa eyguni. Um eingin bati er, tá ein vika er farin, eigur barnið at fara til lækna.
Er talan um ein ringan tilburð av eygnabruna, krevst viðgerð. Umráðandi er at fylgja viðgerðini sambært vegleiðingini, fyri at eygnabrunin ikki skal koma aftur. Í tílíkum føri kann læknin taka støðu til, nær barnið kann fara aftur á stovn ella í skúla.
Á stovn ella í skúla
Børn við ringum eygnabruna skulu ikki fara á stovn ella í skúla, um eygnabruni vísir seg saman við:
nógvum pussi
týðiligum ljóskvæmi
ávirkaðari almennari heilsustøðu
Hevur barnið hesi sjúkutekin, eigur tað at fara til lækna. Tá barnið hevur verið í viðgerð í minsta lagi tveir dagar og nevndu sjúkutekin eru burtur, kann barnið fara aftur á stovn ella í skúla, hóast viðgerðin skal halda fram í longri tíð.
Fárasjúka
Fárasjúka (parotitis) er ein barnasjúka, sum stendst av parotivirusi. Koppseting fyri fárasjúku er partur av barnakoppsetingarætlanini.
Áðrenn koppseting fyri fárasjúku gjørdist partur av barnakoppsetingarætlanini, vóru hundraðtals smittutilburðir á hvørjum ári, og parotovirus var mest vanliga orsøkin til viralt meningitis. Í dag eru tilburðirnir av fárasjúku fáir í tali.
Smitta
Smitta ferðast við spýtti, sum verður hostað ella njóst út í luftina, ella breiðir hon seg á hondunum ella á lutum. Tú smittar frá fimm døgum eftir, at tú ert smittað/ur, og til fimm dagar eftir at sjúkutekinini vísa seg.
Sjúkutekin
Sjúkan vísir seg sum bruni í spýttkertlunum, sum eisini eru hovnir, fepur og tú ert illa fyri. Sjúkutekinini hvørva vanliga innan eina viku. Fárasjúka kann hava við sær bruna í eistunum (testiklunum) hjá dreingjum, sum eru ella hava verið í kynbúningarárum. Hetta kann elva til lægri fruktbæri (fertilitet), men ófruktbæri (sterilitetur) orsakað av fárasjúku er sjáldsamt.
Útvið 10 % av teim smittaðu fáa eitt milt meningitis. Hóast sjúkutekinini kunnu vera ótespilig, er talan aloftast um eina friðarliga sjúkugongd, sum bert í ógvuliga sjáldsomum førum elvir til varandi mein. Tað kann koma fyri, at børn gerast deyv í øðrum oyranum orsakað av fárasjúku.
Koppseting
Koppseting fyri fárasjúku er við í barnakoppsetingarætlanini. Koppsetingin verður vanliga rópt MFR-koppseting, og er ein samansett koppseting fyri meslingar, fárasjúku og reydlingar. Mælt verður til, at barnið fær koppsetingina, tá tað er 15 mánaðir og 4 ár.
Viðgerð
Eingin viðgerð er fyri fárasjúku, og tí eru tað bert sjúkutekinini, sum kunnu linnast ella viðgerast.
Á stovn ella í skúla
Børn, sum hava havt fárasjúku, kunnu koma á stovn ella í skúla 6-9 dagar eftir, at kertilin hovnaði.
Fráboðan
Skrivlig fráboðan skal sendast Heilsustýrinum, tá tilburðir av fárasjúku verða staðfestir.
Fimta barnasjúkan
Les hesa vegleiðingina og kunna starvsfólkið á stovninum ella í skúlanum, um barnið vísir tekin um fimtu barnasjúku, eisini rópt “lussingesyge”. Fimta barnasjúkan (parvovirusinfektión, eruthema infectiosum) er ein sera vanlig og aloftast mild barnasjúka. Um 65% av vaksnum fólki hava andevni móti sjúkuni orsakað av, at tey hava verið smittað fyrr og tískil ikki kunnu fáa sjúkuna aftur. Kvinnur, sum eru við barn og sum verða smittaðar fyrru helvt av burðartíðini, verða fylgdar av serlækna.
Smitta
Smittan breiðir seg við ráka (vætu) úr andaleiðini, og hon verður borin antin við dropum í luftini, t.d. við hosta og njósan, ella á hondum ella lutum. Útbrotið á húðini smittar ikki. Smittutíðarskeiðið er 5-10 dagar (uml. ein vika) eftir smittu og til útbrotið vísir seg á húðini. Tvs. at smitta kann fara fram, áðrenn nøkur sjúkutekin vísa seg.
Sjúkueyðkenni
Tilgerðartíð: 13-18 dagar (uml. 2 vikur).
Sjúkan kann byrja við mildum sjúkuteknum, sum líkjast beinkrími, men ofta eru fyrstu sjúkutekinini kinnaroði og síðani útbrot á serliga ørmum og beinum. Útbrotið á kroppi, ørmum og beinum líkist knipplingum. Útbrotið varir einar tveir dagar, men kann vísa seg aftur næstu vikurnar, serliga tá barnið hevur verið kropsliga virkið og er vorðið heitt. Barnið kann fáa eitt vet av fepri, men sjúkugongdin kann eisini vera púra uttan útbrot elle onnur sjúkutekin. Hjá vaksnum vísir pína í liðunum seg viðhvørt. Fólk, ið hava eina blóðsjúku, kunnu verða serliga hart rakt, av tí at virus kann elva til blóðmangul. Verður ein kvinna, ið er við barn, smittað í fyrru hálvu av burðartíðini, kann ein lítil vandi vera fyri blóðmangli hjá fostrinum ella at kvinnan aborterar. Vanskapan sæst ikki.
Viðgerð
Eingin viðgerð er fyri fimtu barnasjúku. Kvinnur, ið eru við barn, og hava verið í smittuvanda, eiga at verða kannaðar nærri. Set teg í samband við kommunulæknan fyri at hoyra nærri.
Fyrivarni
Serligar reglur eru galdandi fyri kvinnur, ið eru við barn og sum ikki hava havt fimtu barnasjúku. Set teg í samband við kommunulæknan/serlækna í kvinnusjúkum fyri at hoyra nærri.
Á stovn ella í skúla
Barnið kann fara á stovn ella í skúla, tá tað er frískt.
Gonore
Gonore kemur av smittu við bakteriuni, Neisseria gonorrhoeae (gonokokkar).
Smitta
Gonore smittar vanliga við óvardari kynsligari samveru, og tú kanst verða smittað/ur av einum persóni, sum als eingi sjúkutekin hevur. Einir 2-7 dagar ganga, frá tí at tú ert smittað/ur, til tú fært sjúkutekin. Tó eru als ikki øll, sum fáa nøkur sjúkutekin.
Hóast tað hendir sjáldan, so kann smitta fara fram millum mammu og barn í sambandi við føðing.
Sjúkutekin
Infektiónin við gonokokkum situr í slímhinnuni í eitt nú vatnræsinum (urinrørinum) og hjá kvinnum eisini í lívmóðurhálsinum. Sjúkutekinini kunnu vera pína og sviði, tá tú letur vatnið og flot úr vatnræsinum (urinrørinum) og/ella skeiðini. Umleið helvtin av kvinnum og ein triðingur av monnum við gonore hava eingi sjúkutekin.
Um sjúkan ikki verður viðgjørd, kann hon elva til undirlívsbruna og vandi er fyri ófruktbæri (steriliteti) orsakað av lokaðum eggleiðarum. Hjá monnum kann bruni koma í eistuni og hjáeistuni. Í sjáldsomum førum kann bakterian breiða seg til blóðið og hava við sær blóðeitran ella breiða seg til liðir og elva til liðbruna.
Um ein kvinna, ið er við barn, hevur gonore, kann barnið verða smittað undir føðing og fáa eygnabruna.
Fyribyrging
Eingin koppseting er móti gonore, og tú verður ikki mótstøðuførur, tá tú hevur havt smittuna eina ferð. Hít verjir móti smittu. Tað er ógvuliga umráðandi at fáa greiðu á, hvussu tú ert smittað/ur, soleiðis at tey, tú hevur verið saman við, kunnu verða kannað og um neyðugt sett í viðgerð.
Mælt verður frá kynsligari samveru, til sjúkan er viðgjørd.
Viðgerð
Vanliga kann gonore viðgerast við antibiotika. Kring heimin sæst viðhvørt, at vanlig viðgerð móti gonore ikki virkar, tí gonokokkarnir eru mótstøðuførir móti vanligum antibiotika, men hetta er sjáldsamt um okkara leiðir.
Mælt verður til at taka eina nýggja roynd, tá viðgerðin er liðug, fyri at tryggja sær, at viðgerðin virkaði, sum hon skuldi.
Hepatitis A
Hepatitis A kemur av infektión í livrini við hepatitis A-virusi, og tað kann elva til livrabruna. Tey flestu verða smittað í sambandi við uttanlandsferð, men hepatitis A kann eisini koma við innfluttum, dálkaðum matvørum.
Smitta
Tilburðir við hepatitis A eru tætt knýttir at reinførisviðurskiftum, og smitta fer lættliga fram við tøttum sosialum ella kynsligum sambandi við ein persón, sum hevur bráðfeingis hepatitis A. Virus kann eisini ferðast við dálkaðum mati ella vatni. Dømi er eitt nú um stóra smittubreiðslu í Danmark, sum stóðst av innfluttum, frystum berum, sum vóru dálkað við virusi.
Í Føroyum sæst smitta við hepatitis A í høvuðsheitum í sambandi við uttanlandsferðir. Smitta kann síðani breiða seg í nærumhvørvinum hjá tí ferðandi, tá hann/hon kemur aftur til Føroya.
Sjúkutekin
Hjá børnum undir fimm ár hevur smittan oftast eingi sjúkutekin við sær. Vaksin hava hin vegin ofta sjúkutekin so sum fepur, vaml, búkilsku og leyst lív. Húðin og tað hvíta í eygunum kunnu gerast gul (gulsótt), landið verður myrkt og skarnið ljóst. Bráðfeingis livrasvikt er sjáldsamt, men vandin økist við aldrinum á sjúklinginum.
Tá sjúkan er av, ert tú mótstøðufør/ur móti hepatitis A restina av lívinum. Talan er ikki um eina varandi støðu, har berarin kann bera smittuna víðari alt lívið.
Fyribyrging og koppseting
Í sambandi við uttanlandsferð til øki, har útbreiðsla við hepatitis A er vanlig, verður mælt til at vísa fyrilit so sum handreinføri, at vaska feska frukt og ikki eta mat, sum ikki er hitaviðgjørdur.
Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir til at kóka fryst ber, sum skulu brúkast til matna, fyri at sleppa undan smittuvanda við hepatitis A. Mælt verður eisini til at hitaviðgera skeljadjór fyri at fyribyrgja smittu.
Til ber at fyribyrgja hepatitis A við koppseting, sum gevur drúgva verju (útvið 40 ár eftir tvær koppsetingar), ella stutttíðar verju (uml. 3 mðr.) við innspræning av andevnum móti hepatitis A.
Viðgerð
Eingin viðgerð er fyri hepatitis A-virus, og tí eru tað bert sjúkutekinini, sum kunnu viðgerast.
Hepatitis C
Hepatitis C stendst av infektión við Hepatitis C-virusi (HCV). HCV elvir til livrabruna, sum sjáldan vísir seg sum bráðfeingis sjúka.
Smitta
Hepatitis C smittar einamest gjøgnum blóð. Í okkara parti av heiminum eru tey flestu, sum hava HCV, intravenøsir rúsevnisnýtarar. Smittan fer fram, tá teir deila útgerð so sum sproytur og kanylir sínámillum.
Hepatitis C kann eisini smitta við kynsligari samlegu, eins og í ávísum førum frá mammu til barn í sambandi við føðing.
Sjúkutekin
Upp til 6 mánaðir kunnu ganga frá tí, at tú ert smittað/ur við hepatitis C, til tú fært sjúkutekin.
Bráðfeingis hepatitis C hevur aloftast eingi sjúkutekin við sær, men í nøkrum førum kunnu vísa seg tekin um livrabruna so sum fepur, møði, vaml, búkilska, gulsótt við myrkum landi og ljósum skarni. Bráðfeingis livrasvikt sæst ógvuliga sjáldan.
Hjá uml. 60 % av teimum smittaðu gerst hepatitis C-infektiónin varandi, og uml. helvtin fær seinárin so sum livraskaði ella skropnilivur (skrumpilivur) eftir 20-30 ár. Ein lítil prosentpartur fær livrakrabba, um sjúkan ikki verður viðgjørd.
Fyribyrging og koppseting
Hjá rúsevnisnýtarum kann smitta við HCV fyribyrgjast við at nýta sterila útgerð og við ikki at deila útgerðina sínámillum. Smitta við kynsligari samveru kann fyribyrgjast við at nýta hít.
Í Føroyum verður alt blóð frá blóðgevum kannað fyri hepatitis C.
Viðgerð
Munadyggur (antiviralur) heilivágur til viðgerð fyri hepatitis C er nú tøkur, og kann hesin lekja millum 90 og 100 %. Endamálið við viðgerðini er at minka um vandan fyri livraskaða og livrakrabba.
Hond-, fót- og munnsjúka
Les hesa vegleiðingina og kunna starvsfólk á stovninum ella í skúlanum, um barnið hevur tekin um hond-, fót- og munnsjúku.
Hond-, fót- og munnsjúka (hand-, foot- and mouth disease) er ein virussjúka við útbroti á húðini og slímhinnunum. Sjúkan varir stutta tíð, og hon vísir seg einamest hjá smábørnum og serliga um summarið. Vaksin kunnu eisini verða smittað.
Smitta
Smittan ferðast á hondum ella lutum, sum eru dálkaðir við floti úr andingarleiðini, skarni ella við vætu úr bløðrunum. Smittan breiðir seg við nerting ella sum dropasmitta. Ofta kemur smittan frá einum frískan smittubera.
Sjúkueyðkenni
Tilgerðartíð: Fimm dagar fyri sár í munnholuni og sjey dagar fyri húðina.
Sjúkan kann byrja við at barnið er illa fyri og hevur eitt vet av fepri, men ofta er útbrotið fyrstu tekinini um sjúkuna. Í munninum og serliga á hondum og fótum taka smáir, reyðir blettir seg upp, og hesir broytast til vætufyltar bløðrur. Sjúkan er aloftast av eftir umleið eini viku.
Viðgerð
Eingin viðgerð er fyri sjúkuna.
Á stovn ella í skúla
Tá barnið er frískt.
HPV
HPV er stytting fyri human papillomavirus. Nógv ymisk sløg eru av HPV. Nøkur sløg av HPV elva til góðkynjaðar sjúkur so sum húðfinnur (vortur) og kynsfinnur, meðan onnur sløg elva til krabbamein, eitt nú lívmóðurhálskrabba og onnur sjáldsamari sløg av krabbameini so sum baktarmskrabba og krabba í varrum/munnholu/svølgi.
Smitta
HPV kann smitta við tøttum húð- ella slímhinnusambandi og smittar oftast gjøgnum seksuella samveru. Hóast tað er gott at brúka hít, so verjir hon ikki nóg væl móti HPV, tí virus kann eisini sita á húðini kring kynsgøgnini.
Sjúkueyðkenni
Infektión við HPV hevur vanliga eingi sjúkutekin við sær, uttan so at talan er um tey sløgini av HPV, sum elva til húð- ella kynsfinnur. Í flestu førum hvørvur infektiónin av sær sjálvari, men í nøkrum førum er HPV-infektiónin varandi og kann vera orsøk til, at krabbi tekur seg upp.
Koppseting
Koppseting fyri HPV er partur av barnakoppsetingarætlanini, har mælt verður til, at bæði gentur og dreingir verða koppsett fyri HPV, tá tey eru 12 ár. HPV-koppsetingin virkar best, um hon verður givin áðrenn seksuella debut.
Tann koppsetingin, sum verður brúkt í barnakoppsetingarætlanini verjir móti tilsamans níggju sløgum av HPV. Hesi níggju sløgini eru orsøk til 90 % av øllum tilburðum av lívmóðurhálskrabba og 90 % av øllum tilburðum av kynsfinnum.
Les meira um HPV-koppseting.
Kanning
Í Føroyum fáa kvinnur millum 23 og 64 ár tilboð um regluliga kanning fyri lívmóðurhálskrabba (kyknukanning úr lívmóðurhálsinum) hjá kommunulækna ella hjá serlækna í kvinnusjúkum.
Viðgerð
Eingin viðgerð er fyri sjálva HPV-infektiónina. Kynsfinnur kunnu viðgerast við pensling, frysting ella etsan. Ymisk viðgerð verður givin fyri krabbamein ella undanstig til krabbamein, sum koma av HPV, alt eftir hvat slag av krabbameini talan er um. Tað slagið av krabbameini, sum oftast stendst av HPV, er lívmóðurhálskrabbi. Undanstig til lívmóðurhálskrabba kunnu aloftast viðgerast við kílaskurði (kegleoperation) av lívmóðurhálsinum. Um krabbin er komin á hægri stig, verður vanliga viðgjørt við aðrari skurðviðgerð.
Kikhosti
Kikhosti (pertussis) stendst av bakteriuni Bordetella Pertussis. Kikhosti er sermerktur við hostaherðindum og ríkjandi andadrátti eftir herðindini. Kikhosti kann vera vandamikil fyri pinkubørn. Koppseting fyri kikhosta er við í barnakoppsetingarætlanini.
Smitta
Kikhosti stendst av eini bakteriu, sum smittar við dropum í luftini, t.d. við hosta og njósan. Tá tú hevur kikhosta, smittar tú frá tí at tú fært sjúkutekin og í uml. tríggjar vikur. Ert tú í viðgerð við antibiotika fyri kikhosta, ert tú smittufrí/ur eftir fimm dagar. Sjúkutekin og hostaherðindi kunnu halda fram, eisini eftir at tú ikki smittar longur.
Sjúkueyðkenni
Sjúkutekin til kikhosta vísa seg vanliga 5-10 dagar eftir, at tú ert smittað/ur, men tað kunnu eisini ganga upp í tríggjar vikur. Sjúkutekinini byrja sum við vanligum krími og við versnandi, turrum hosta, sum kemur í herðindum. Eftir 1-2 vikur byrja eyðkendu hostaherðindini. Eftir 2-4 vikur vikna hostaherðindini, og sjúkan er aloftast av eftir 6-8 vikur.
Hjá pinkubørnum, sum ikki eru koppsett, kan sjúkugongdin verða álvarslig við andaneyð, og tí kann verða neyðugt at innleggja barnið.
Viðgerð
Viðgerð við antibiotika kann hjálpa á krímstignum, men hevur onga ávirkan á sjúkutekin ella longdina á sjúkuni seinni í sjúkugongdini.
Fyribyrging
Munadyggasta fyribyrgingin er koppseting fyri kikhosta. Koppsetingin er við í barnakoppsetingarætlanini, og sambært henni fær barnið koppsetingina, tá tað er 3, 5 og 12 mánaðir og aftur, tá tað er 5 ár.
Um kikhosti verður staðfestur í eini familju við børnum undir 2 ár ella hjá eini kvinnu, sum er sett at eiga um minni enn seks vikur, verður mælt til at seta seg í samband við egnan lækna. Møguliga skal familjan setast í fyribyrgjandi viðgerð við antibiotika fyri at verja lítla barnið móti kikhosta. Tað kann eisini verða neyðugt at veita profylaktiska viðgerð til fólk við lungasjúku ella veikari immunverju, sum hava verið í smittuvanda. Um læknin er í iva um, hvørt fyribyrgjandi viðgerð skal bjóðast, kann læknin seta seg í samband við Heilsustýrið.
Á stovn ella í skúla
Børn við kikhosta skulu vera heima av stovni og úr skúla, til almenna heilsustøðan er góð og tey ikki tykjast sjúk longur. Børnini skulu verða heima, um hostaherðindini elva til týðiliga andaneyð ella spýggju. Tú verður ikki mett/ur at smitta longur fimm dagar eftir, at tú ert farin í viðgerð við antibiotika ella tríggjar vikur eftir fyrstu tekinini um krím.
Serlig fyrivarni, tá kikhosti tekur seg upp á stovnum:
Heilsustýrið hevur ábyrgd av at ráðgeva dagstovnum og foreldrabólkum, tá tilburðir av kikhosta verða staðfestir har.
Koppseting
Koppsetingin fyri kikhosta er við í barnakoppsetingarætlanini og er partur av eini samansettari koppseting, sum verjir móti stívkrampa, difteri, kikhosta, barnalamni (polio) og hæmophilus influenza b. Koppsetingin verður givin, tá barnið er 3, 5 og 12 mánaðir gamalt. Tá hesar tríggjar koppsetingarnar eru givnar, er barnið vart móti kikhosta, til tað er 5 ár. Tá barnið er 5 ára gamalt, fær tað eina endurkoppseting.
Klamydia
Klamydia er ein infektión í eitt nú vatnræsinum (urinrørinum) og lívmóðurhálsinum, sum stendst av bakteriuni, Chlamydia trachomatis.
Klamydia er ein hin vanligasta kynssjúkan í Føroyum. Flestu tilburðirnir eru millum ungfólk.
Smitta
Klamydia smittar vanliga við óvardari kynsligari samveru, og tú kanst verða smittað/-ur av einum persóni, sum ikki sjálvur hevur nøkur sjúkutekin. 5-21 dagar ganga, frá tí at tú ert smittað/-ur, til sjúkutekin vísa seg. Kortini eru als ikki øll, ið fáa sjúkutekin.
Sjúkueyðkenni
50 % av smittaðum monnum og 75 % av smittaðum kvinnum hava eingi sjúkutekin. Mest vanligu sjúkutekinini eru útflot ella pína, tá tú letur vatnið. Hjá kvinnum sæst eisini plettbløðing. Kvinnur kunnu eisini fáa bruna í undirlívið, og tað hava við sær ógvusliga pínu í búkinum. Verður brunin í undirlívinum ikki viðgjørdur, kann tað elva til ófruktbæri (sterilitet). Mannfólk kunnu fáa bruna í hjáeistuni (epididymitis).
Fyribyrging
Eingin koppseting er fyri klamydia, og tú verður ikki mótstøðufør/-ur, um tú hevur havt klamydia. Hít verjir væl móti smittu. Umráðandi er eisini at fáa greiðu á, hvussu tú ert smittað/-ur, so tey, tú hevur verið saman við, eisini kunnu verða kannað og viðgjørd. Mælt verður frá seksuellari samveru, til sjúkan er viðgjørd.
Viðmælt verður at kanna seg fyri klamydia, um tú skiftir seksuellan partnara ofta.
Viðgerð
Klamydia kann viðgerast við antibiotika. Neyðugt er ikki at taka kontrollroyndir eftir viðgerð.
Kyssisjúka
Les hesa vegleiðingina og kunna starvsfólk á stovninum ella í skúlanum hjá barninum, um barnið hevur tekin um kyssisjúku.
Kyssisjúka (mononucleosis infectiosa) er ein infektión við einum herpesvirusi, sum elvir til hálsbruna og viðhvørt hovnar eitlar í hálsinum, armholunum og í lærkrikunum (lyskunum).
Smitta
Smitta fer fram við tøttum og beinleiðis sambandi gjøgnum spýtt, eitt nú við kyssing. Sjúkan smittar ógvuliga sjáldan við vanligari sosialari samveru. Tey flestu fáa sjúkuna, longu tá tey eru børn og hava eingi sjúkutekin. Sjúkutekin vísa seg oftast hjá ungfólki. 95 % av øllum vaksnum hava havt sjúkuna, sum gevur varandi mótstøðuføri.
Smittutíðarskeið: Virus kann vera í spýttinum í upp til eitt ár, eftir at sjúkan breyt út.
Sjúkutekin
Tilgerðartíð: 4-7 vikur kunnu ganga, frá tí at tú verður smittað/-ur, til sjúkan tekur seg upp.
Sjúkan byrjar ofta eins og beinkrím við møði, høvuðpínu og vantandi matarlysti. Eftir hetta kemur hálsbruni, tú ert sjónliga hovin, og skón kemur á mandlurnar, sum ger tað trupult at svølgja. Andadrátturin kann verða ávirkaður. Eitlarnir kunnu hovna og gerast eymir, serliga í hálsinum, men eisini aðrastaðni í kroppinum. Tú fært fepur, sum kann vara upp í tvær vikur. Í nøkrum førum verður livurin ávirkað og miltið veksur. Eisini kann útbrot vísa seg á húðini. Smábørn hava ofta eingi ella bert mild sjúkutekin.
Viðgerð
Eingin viðgerð er fyri kyssisjúku.
Sjúkan elvir til ógvusliga møði, og tí kann vera neyðugt at taka tað róligt í longri tíð. Mælt verður til ikki at fáast við ógvusligt kropsligt virksemi, meðan sjúkan er virkin.
Møði og ávirkaðar blóðroyndir kunnu vara í fleiri vikur og upp til uml. tríggjar mánaðir.
Á stovn ella í skúla
Barnið kann fara á stovn ella í skúla, tá almenna heilsustøðan loyvir tí.
Leyst lív (diarré) og spýggja
Les hesa vegleiðingina og kunna starvsfólk á stovninum ella í skúlanum hjá barninum, um barnið hevur leyst lív (diarré) ella spýr.
Leyst lív er knappliga íkomin tunnur avføringur ella fleiri tunnir avføringar innan eitt samdøgur, har ein greið broyting sæst í konsistensi ella í títtleika av avføringinum samanborið við vanliga mynstrið hjá barninum.
Leyst lív kann koma av virusi, bakterium ella sníkum. Leyst lív kann eisini standast av eitran ella sum fylgisjúka av aðrari infektión. Hjá pinkubørnum og smábørnum eru tað ofta virus, serliga norovirus og rotavirus, sum eru orsøk til, at tey hava leyst lív. Hesi virusini eru ofta í umferð í vetrarhálvuni.
Búkilska, spýggja og leyst lív kann eisini koma av øðrum búksjúkum. Smábørn kunnu harumframt ofta spýggja ella hava leyst lív orsakað av øðrum sjúkum so sum hálsbruna, miðoyrnabruna og bløðrubruna.
Smitta
Leyst lív og spýggja smittar gjøgnum skarn og spýggju, sum kann sita á t.d. hondum, lutum ella matvørum. Norovirus er serliga harðført og kann liva leingi á yvirflatum. Norovirus kann vera trupult at basa, hóast væl verður vaskað og reinførið er gott.
Høvuðssmittukeldan á stovnum er frá persónum í tilgerðartíðini (eru smittaðir, men hava enn ikki fingið sjúkutekin), persónum, har onkur í húsarhaldinum hevur leyst lív, frá sjúkum persónum ella persónum, ið koma aftur á stovn ov tíðliga eftir at hava verið sjúkir.
Leyst lív, sum stendst av bakterium sum Salmonella og Campylobacter, smittar vanliga gjøgnum matvørur, og smitta ikki eins illa og virus ger.
Sjúkueyðkenni
Tilgerðartíðin er oftast umleið tveir dagar.
Vanligastu sjúkutekinini eru spýggja, leyst lív, búkilska og møguliga fepur. Búkilskan kann koma og fara. Sjúkutekinini kunnu vera ymisk alt eftir, hvør orsøkin til sjúkuna er. Sjúkutekinini í sær sjálvum eru ofta ikki nóg mikið til at gera av, hvør orsøkin til sjúkuna er.
Fyribyrging
Gott handreinføri er týdningarmikið fyri at steðga smittubreiðslu, serliga eftir at hava verið á vesi ella eftir blæuskift. Norovirus doyr ikki av hondspritti, og tí er neyðugt at vaska hendurnar væl við vatni og sápu.
Viðgerð
Umráðandi er, at barnið fær nokk at drekka fyri at fyribyrgja vætutroti, serliga um barnið eisini spýr ella hevur fepur. Heilivágur verður sjáldan brúktur fyri infektión í búkinum, og um so er, skal lækni fyriskipa tað.
Er talan um eitt sjúkt barn, eigur tú at ringja til lækna, um:
• talan er um pinkubarn
• blóð er í skarninum, ella tekin eru um búkilsku
• barnið er lint (sløvt) og tykist fjart
• barnið drekkur sera lítið, ella um barnið hevur fáar ella ongar vátar blæur
• møgulig viðgerð ikki riggar, ella um barnið gerst sjúkt aftur eftir viðgerð.
Á stovn ella í skúla
Barnið kann fara á stovn ella í skúla, tá tað er frískt, og skarnið er vanligt. Er talan um norovirus, eigur barnið tó at vera heima í 48 tímar, eftir at barnið síðst hevur spýð ella havt leyst lív. Sí eisini undir “Serlig fyrivarni”.
Serlig fyrivarni
Serligar fyriskipanir eru galdandi fyri ávísar bakteriur, sum kunnu elva til leyst lív og álvarsliga sjúku, soleiðis at til ber at forða fyri smittubreiðslu. Hetta ger seg galdandi fyri eitt nú:
• Shigatoksinframleiðandi Escherichia coli (STEC), sum elva til HUS
• Shigella species og enteroinvasiv Escherichia coli (EIEC)
• Salmonella Typhi og
• Salmonella Paratyphi
Felags fyri omanfyri nevndu er, at hin sjúki/sjúka kann smitta í eina tíð eftir, at klinisk sjúkutekin eru burtur. Tí kann talan vera um serligan vanda fyri smittubreiðslu, og neyðugt kann vera við serstakari handfaring og átøkum fyri at minka um vandan. Átøkini kunnu hava við sær, at neyðugt er hjá ávísum bólkum at halda seg heima. Talan er um børn á dagstovni og persónar, sum arbeiða við handfaring av mati. Hesi skulu kunna vísa á í minsta lagi tvær negativar kanningar av skarninum, sum eru tiknar við minst 24 tíma millumrúmi.
Serligar fyriskipanir eru eisini galdandi fyri heilsustarvsfólk við beinleiðis sambandi við fólk í vandabólki, sjúklingar á sjúkrahúsi og búfólk á røktarheimi.
Lús
Les hesa vegleiðingina og kunna starvsfólk á stovninum ella í skúlanum, um barnið hevur lús.
Lús (pediculus capitis) er eitt smákykt, sum livir í hárbotninum á fólki. Lús smitta illa, og eru til stóran ampa fyri tann, sum hevur lús. Bæði børn og vaksin kunnu verða smittað. Lús kunnu ganga alt árið, men flestu tilburðir eru frá august til novembur og februar til apríl.
Smitta
Lýs liva á hárbotninum á fólki og trívast bæði í reinum og skitnum hári. Lýs duga hvørki at leypa ella flúgva og smitta tí í høvuðsheitum við beinleiðis sambandi millum fólk, t.d. um mann svevur tætt saman ella deilir húgvu ella hárbust. Lýs kunnu liva í upp til 48 tímar á lutum o.ø. burtur frá hárbotninum. Lúsaegg smitta ikki, og lýs bera ikki sjúkur við sær.
Tú kanst smitta onnur frá tí, at tú hevur fingið lús, til eingin livandi lús er eftir í hárinum.
Fyribyrging
Heima
• Kemb javnan, helst vikuliga, og altíð um tilburður við lús er í nærumhvørvinum. Sí vegleiðing um kembing her.
• Vaska lúsakambin við 60˚C, hvørja ferð hann er brúktur.
• Boða dagstovni, skúla og teimum í nærumhvørvinum frá, um barnið hevur lús.
• Hevur ein í húsarhaldinum lús, kemb tá øllum í húsarhaldinum.
• Byrja viðgerð, um tú finnur lús.
Dagstovnur og skúli
• Boða øllum foreldrum frá, tá lús eru staðfestar hjá einum barni á stovuni ella í flokkinum.
• Tryggja tær, at barnið er sett í viðgerð, tá tað møtir dagin eftir, at lús eru funnar.
• Tryggja tær at foreldur vita, hvørja ábyrgd tey hava, og hvat tey skulu gera, tá tilburðir við lús eru á stovninum ella í skúlanum.
• Skipa møguliga fyri føstum lúsaátøkum á stovninum, gjarna tá børnini byrja aftur eftir eina feriu.
Sjúkueyðkenni
Tá ið ein lús hevur flutt seg av einum høvdi yvir í tín hárbotn, hevur tú lús. Lýsnar leggja egg, sum verða til nýggjar lýs. Ringrásin egg-lús-egg tekur umleið tríggjar vikur.
Lýs í hárbotninum hava skriða við sær, men vikur kunnu ganga frá tí at ein persónur hevur fingið lús, til tað byrjar at skriða. Skriði er tí ikki eftirfarandi fyri at meta um, hvørt tú hevur lús ella ikki. Hevur tú nógvar lýs, ella ofta lýs, kann tað hava við sær sár og bruna í hárbotninum.
Lýsnar síggjast í hárinum niðast við hárbotnin, har tær súgva blóð. Ein nýklakt lús er minni enn 1 mm og kann vera trupul at finna. Vaksnar lýs eru 2-3 mm langar, og kunnu vera alt frá gráhvítum til heilt myrkar á liti, og tær kunnu flyta seg skjótt.
Lýsnar leggja egg á hárini heilt niðri við hárbotnin. Eggini eru útvið 1 mm, hvítgul og sita føst á hárunum. Eggini minna um flus, men kunnu ikki hálast av hárunum. Situr eggið longri enn 1 cm frá hárbotninum, er tað deytt ella ikki klakt. Lýs og egg eru ofta flest í tali í nakkanum og aftan fyri oyruni.
Viðgerð
Viðgerðin er at kemba javnan við lúsakambi. Til ber at brúka lúsasjampo frá apotekinum umframt. Mælt verður frá at brúka lúsasjampo til børn undir 2 ár, uttan so at lækni hevur mælt til viðgerðina.
Kembing er ein munadyggur, bíligur og óskaðiligur viðgerðarháttur, men krevur, at tað verður gjørt gjølla og endurtikið annanhvønn dag í 14 dagar. Vegleiðing til kembing sæst her.
Mótstøðuføri hjá lýsnum móti lúsasjampo er ein vaksandi trupulleiki. Tí verður mælt til at fylgja vegleiðgini neyvt, og at kemba aftaná viðgerðina fyri at tryggja, at allar lýsnar eru deyðar. Einans tey, ið hava fingið staðfest lús, skulu viðgerast við lúsasjampo.
Hárbustir, húgvur, seingjarklæðir osfr. kunnu vaskast í vaskimaskinu við 60˚C, frystast í minst fýra tímar ella goymast burtur í 48 tímar.
Á stovn ella í skúla
Barnið kann fara á stovn ella í skúla, tá viðgerð er byrjað.
Meslingar
Les hesa vegleiðingina og kunna starvsfólk á stovninum ella í skúlanum hjá barninum, um tekin eru um meslingar.
Meslingar standast av smittu við morbillivirusi og eru hin mest smittandi barnasjúkan. Sjúkan kann verða álvarslig og hava við sær fylgisjúkur. Koppseting fyri meslingar er partur av barnakoppsetingarætlanini, og eftir at farið varð undir at koppseta fyri meslingar, er sjúkan sjáldsom um okkara leiðir.
Smitta
Morbillivirus smittar gjøgnum andaleiðina frá einum persóni til annan við hosta, njósan, beinleiðis kropsligum sambandi ella á lutum. Sjúkan smittar sera illa.
Smittutíðarskeið: Sjúkan smittar frá sjey døgum eftir, at ein persónur er smittaður, ella frá tí at tekin um krím eru byrjað. Sjúkan smittar til fýra dagar eftir útbrot vísir seg á húðini.
Sjúkutekin
Tilgerðartíð: upp til 18 dagar
Sjúkan er í tveimum stigum. Fyrsta stigið varir 2-4 dagar við høgum fepri (39-40° C), krími, hosta, reyðum eygum við skriða, og tú ert illa fyri. Eftir eitt samdøgur við næstan vanligum kropshita byrjar annað stig við fepri og útbroti á húðini. Útbrotið byrjar í andlitinum og aftan fyri oyruni og breiðir seg eftir tveimum døgum niður eftir hálsinum til kroppin og at enda til armar og bein. Talan er um smáar, reyðar blettir, ið sum frálíður flóta saman til stórar blettir. Skriði er sjáldsamur. Fepurin minkar, tá útbrotið hevur vart í nakrar dagar. Sjúklingurin er ofta rættiliga ávirkaður av sjúkuni, sum vanliga varir uml. eina viku.
Fylgisjúkur
Um fepurin ikki minkar eftir einum tveimum døgum eftir útbrotið byrjaði, ella um fepur aftur tekur seg upp, kann orsøkin vera ein fylgisjúka. Vanligastu fylgisjúkurnar eru millumoyrnabruni og lungnabruni. Í sjáldsomum men álvarsligum førum kunnu meslingar hava við sær eitt nú meningitis (heilaserkjabruna) og/ella heilabruna, sum kann elva til heilaskaða, deyvleika og í ringasta føri vera deyðilig.
Koppseting
Koppseting fyri meslingar er við í barnakoppsetingarætlanini. Koppsetingin verður vanliga rópt MFR-koppseting, og er ein samansett koppseting fyri meslingar, fárasjúku og reydlingar. Mælt verður til, at barnið fær koppsetingina, tá tað er 15 mánaðir og 4 ár.
Vaksin kunnu eisini fáa ókeypis koppseting fyri meslingar, um tey ikki hava havt sjúkuna ella eru koppsett.
Les meira um MFR-koppseting og barnakoppsetingarætlanina her.
Viðgerð
Eingin viðgerð er fyri meslingar, bert fyri møguligar fylgisjúkur.
Fyrivarni í sambandi við sjúkutilburð
Heilsustýrið hevur ábyrgd av at seta í verk fyriskipanir, um ein tilburður av meslingum verður staðfestur.
Á stovn ella í skúla
Meslingar taka nógva orku frá barninum og elva til lægri mótstøðuføri. Fyri at sleppa undan fylgisjúkum, eigur barnið tí at koma ordiliga fyri seg, áðrenn tað fer aftur á stovn ella í skúla.
Reydlingar
Reydlingar standast av rubellavirusi. Koppseting fyri reydlingar er við í barnakoppsetingarætlanini.
Reydlingar hava vanliga eina milda sjúkugongd hjá børnum. Verður ein kvinna, sum er við barn, smittað í fyrru hálvu av burðartíðini, er vandi fyri vanskapan hjá fostrinum.
Eftir at MFR-koppsetingin varð sett í verk, eru reydlingar næstan ruddaðir út í Føroyum.
Smitta
Reydlingar smitta gjøgnum andaleiðina frá einum persóni til annan við hosta, njósan, beinleiðis kropsligum sambandi ella á lutum. Tú smittar eina viku eftir, at tú ert smittað/ur, og til 5 dagar eftir, at útbrot kemur á húðina.
Sjúkutekin
Hjá børnum byrjar sjúkan ofta við sjúkuteknum um krím og eitt sindur av fepri. Eftir eitt samdøgur kunnu eitlarnir í nakkanum hovna og verða eymir, og barnið kann fáa útbrot á húðina. Útbrotið er smáir, ljóst reyðir blettar, sum hvørva aftur eftir 2-3 døgum.
Koppseting
Koppseting fyri reydlingar er við í barnakoppsetingarætlanini. Koppsetingin verður vanliga rópt MFR-koppseting, og er ein samansett koppseting fyri meslingar, fárasjúku og reydlingar. Mælt verður til, at barnið fær koppsetingina, tá tað er 15 mánaðir og 4 ár. Kvinnur í barnførum aldri, sum hvørki eru koppsettar ella hava havt reydlingar, fáa eisini tilboð um koppseting.
Høvuðsorsøkin til, at koppsett verður fyri reydlingar, er at forða fyri, at børn smitta kvinnur, sum eru við barn, umframt at forða fyri, at gentur vaksa upp uttan at vera mótstøðuførar og sostatt eru í vanda fyri at verða smittaðar seinni, tá tær eru við barn.
Viðgerð
Eingin viðgerð er ímóti reydlingum, men til ber at linna um sjúkutekinini.
RS-virus
RS-virus (Respiratorisk Syncytial Virus) er ein smittusjúka, sum hevur við sær ígerð í andaleiðini. Øll kunnu fáa RS-virus, men serliga smábørn, eldri og heilsuveik eru í vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk. Smittan vísir seg í vetrarhálvuni á hvørjum ári.
RS-virus hevur aloftast við sær mild sjúkutekin eins og krím, men í nøkrum førum kann tað elva til álvarsliga sjúku, serliga hjá smábørnum. Støðan gerst tó sjáldan lívshættislig, men tørvur kann verða á innlegging við viðgerð. RS-virus er nógv tann vanligasta orsøkin til ígerð í andaleiðini, sum krevur innlegging hjá børnum, men eisini eldri og heilsuveik kunnu gerast álvarsliga sjúk av RS-virusi.
Smitta
RS-virus smittar við smáum dropum frá hosta og njósan. Smittan kann á henda hátt fara beinleiðis frá einum persóni til annan ella umvegis yvirflatar so sum handtøk, leikur o.l.
Tilgerðartíðin er 2-8 dagar, tvs. frá tú ert smittað/ur, til tú fært sjúkutekin. Vanliga smittar tú í uml. eina viku, og vandi er fyri at smitta onnur, áðrenn tú fært sjúkutekin.
Sjúkutekin
Sjúkutekinini eru eins og við krími: njósan, tað rennur úr nøsini, fepur og hosti. Sjúkutekinini eru oftast burtur eftir 1-2 vikur. Í nøkrum førum, serliga hjá børnum (mest yngri enn 6 mðr.), eldri ella øðrum heilsuveikum, kann smittan elva til álvarsliga sjúku við t.d. lungnabruna.
Hesi sjúkutekin kunnu vera tekin um álvarsliga sjúku hjá børnum, og barnið eigur at fara til læknan.
• Skjótur andadráttur
• Froysan/físan, tá barnið andar
• Møði, útlúgvan ella veikleiki
• Barnið etur og drekkur ikki, sum tað plagar
• Ongar vátar blæur
• Øll børn undir 6 mánaðir við fepri omanfyri 38°C eiga at fara til lækna
Fyribyrging
Gott reinføri er besti hátturin at fyribyrgja smittu.
• Vaska tær um hendurnar ofta ella brúka sóttreins
• Halt teg/barnið heima, um tú/barnið hava sjúkutekin ella eru sjúk
• Hosta og njós í ermuna
• Lufta væl út og fá nakað av gjóstri
• Halt bústaðin reinan, serliga yvirflatar, sum nógv nerta við
Viðgerð
Eingin heilivágur er fyri RS-virus. Tí er neyðugt at bíða, til sjúkan hæsar av.
Eru sjúkutekinini mild, kann tað gerast heima. Hin sjúki/sjúka skal hava nógva vætu og eta væl. Versnar støðan, sum lýst undir partinum um sjúkutekin, kann verða tørvur á innlegging.
Við innlegging verður viðgerð veitt fyri sjúkutekinini. Tað kann vera við iltískoyti og við hjálp til at fáa nóg nógva vætu og føðslu. Um eitt nú lungnabruni vísir seg, kann verða neyðugt við viðgerð við antibiotika, alt eftir hvør orsøkin er.
Meira kunning
Av tí at børn ofta smitta hvørt annað, kemur smitta millum systkin og á dagstovni ofta fyri. Fyri at minka um smittuna millum børn, eiga ráðini um gott reinføri at verða fylgd bæði heima og á stovninum. Barnið kann fara aftur á stovn, tá tað er frískt, eins og við eitt nú beinkrími.
Skáldkoppar
Les hesa vegleiðingina og kunna starvsfólk á stovninum ella í skúlanum hjá barninum, um tekin eru um skáldkoppar.
Skáldkoppar (varicella) er ein barnasjúka, sum stendst av virusi og vísir seg sum bløðrur á húðini. Helvitiseldur stendst eisini av skáldkoppavirusi.
Smitta
Smittan kann vera gjøgnum luftborið flot, vætu úr bløðrunum (er eisini galdandi fyri helvitiseld) á hondum ella lutum, ella við luftbornari dropasmittu. Skáldkoppar smitta illa. Turru skruvurnar smitta ikki. Tú kanst smitta frá 7 døgum eftir, at tú ert smittað/ur, ella trý samdøgur áðrenn sjúkan brýtur út. Tú smittar til fimm dagar eftir útbrotið, ella til ongar nýggjar bløðrur eru komnar í tveir dagar, og bløðrurnar eru turrar.
Fyribyrging
Gott reinføri minkar um vandan fyri smittu við nerting. Umráðandi er, at barnið vaskar sær um hendurnar og neglirnar verða kliptar, so skriði ikke elvir til eina bakteriuinfektión. Barnasár er ein vanlig eftirsjúka, men tað kann avmarkast við at brúka zinksalvu at turka bløðrurnar og minka skriðan. Til ber at koppseta seg fyri skáldkoppar, men hetta er ikki partur av barnakoppsetingarætlanini, sum nú er.
Sjúkueyðkenni
Tvær til tríggjar vikur ganga, frá tú ert smittað/ur, til tú fært sjúkutekin um skáldkoppar.
Sjúkan kann byrja við, at tú ert illa fyri og hevur eitt sindur av fepri, men útbrotið á húðini er ofta fyrsta sjúkutekinið. Tað byrjar á kroppinum ella í hárbotninum og breiðir seg síðani til andlitið og eitt sindur minni til armar og bein. Fyrst vísa reyðir blettir seg, sum síðani verða til smáar, vætufyltar bløðrur, sum bresta ella torna, og skruva kemur á sárið. Fyrstu 4-5 dagarnar koma nýggjar bløðrur, og sjúkan varir vanliga eina viku, hóast skruvurnar kunnu taka longri tíð at detta av. Ofta kemur nógvur skriði, og klóran kann elva til bruna í sárunum.
Viðgerð
Vanliga verður eingin viðgerð givin fyri skáldkoppar. Zinksalva kann verða nýtt fyri skriða, og tað fæst í handkeypi.
Fyriskipanir í sambandi við sjúkutilburð
Serligar reglur eru galdandi fyri kvinnur, ið eru við barn, og sum ikki hava havt skáldkoppar. Spyr egnan kommunulækna.
Eftirsjúka
Persónar við veikari immunverju kunnu verða hart raktir. Tað ger seg galdandi fyri persónar við HIV-smittu, leukemi og møguliga persónar, sum eru í viðgerð við immunverjuniðursetandi heilivági. Skáldkoppavirus verður verðandi í kroppinum, eftir at sjúkan er av, og kann seinni verða orsøk til helvitiseld. Henda sjúkan kemur oftast hjá vaksnum fólki, og hon vísir seg við at pínandi bløðrur taka seg upp á einum avmarkaðum øki á húðini. Væta úr bløðrunum kann fyrstu vikuna hava virus í sær og kann elva til skáldkoppar hjá fólki, sum ikki hava havt skáldkoppar. Pínan kann halda fram í longri tíð. Børn kunnu eisini fáa helvitiseld. Fólk við veikari immunverju kunnu fáa útbrot, sum breiðir seg nógv á húðini (Herpes Zoster). Tílíkir tilburðir verða viðgjørdir við eitt nú antiviralum heilivági.
Á stovn ella í skúla
Tá skruvurnar eru turrar, er smittuvandin av.
Skrubb
Les hesa vegleiðingina og kunna starvsfólk á stovninum ella í skúlanum hjá barninum, um tekin eru um skrubb.
Skrubb (scabies) er ein húðsjúka, sum skriðar, og sjúkan stendst av skrubbmottum. Sjúkan er ikki vandamikil, men hon er til stóran ampa.
Smitta
Skrubb smittar við tøttum, varandi húðsambandi millum fólk, sum búgva og sova saman ella eru tættir vinir. Av tí at børn og ung ofta eru í tøttum, kropsligum sambandi við onnur, kann smitta hendinga ferð koma fyri í skúlanum ella á øðrum stovnum.
Stutt eftir at tú ert smittað/ur, kanst tú smitta onnur. Tú smittar til 8-12 tímar eftir, at viðgerðin er byrjað.
Sjúkueyðkenni
Tríggjar til seks vikur ganga, frá tú ert smittað/ur, til tú fært sjúkutekin um skrubb.
Skrubb vísir seg við skriða og ofta eisini smáum, vætufyltum, reydligum bløðrum. Skriðin er ringastur um náttina, og tað skriðar um meginpartin av kroppinum. Børn yngri enn eitt ár kunnu eisini verða álopin í andliti og hárbotni.
Tá sjúkutekin um skrubb vísa seg hjá barninum, eigur tú at fara til lækna við barninum at fáa staðfest sjúkuna og fyri at fáa viðgerð.
Viðgerð
Tá skrubb er staðfest í familjuni, eiga øll húsfólkini at verða sett í viðgerð eins og tey, ið hava verið í tøttum sambandi við smittaða/smittaðu. Umráðandi er, at øll fáa viðgerð samstundis, av tí at onnur kunnu vera smittað, hóast tey eingi sjúkueyðkenni hava enn.
Í sambandi við viðgerðina skal alt, sum kann vaskast við 60℃, verða vaskað. Alt tað, ið ikki tolir vask, verður goymt burtur – gjarna í eina viku og í plastposum. Sengur og innbúgv úr toyi verður dustsogið. Harumframt verður bústaðurin vaskaður við vanligum reingerðarevni.
8-12 tímar eftir at viðgerðin er byrjað, smittar tú ikki longur, men skriðin kann kortini halda fram í upp til seks vikur. Batnar skriðin ikki, eigur tú at fara aftur til lækna.
Fyriskipanir í sambandi við sjúkutilburð
Neyðugt er ikki at seta onnur børn ella starvsfólk í viðgerð. Kortini eigur at verða gáað eftir skriða ella útbroti hjá børnum og starvsfólki í 3-6 vikur eftir at seinasti tilburðurin er staðfestur og viðgjørdur. Hin smittaði/smittaða kann koma í skúla ella á stovn 8-12 tímar eftir, at viðgerðin er byrjað.
Smittandi meningitis
Meningokokksjúka (smittandi meningitis) stendst av bakterium, sum verða nevndar meningokokkar. Sjúkan vísir seg sum meningitis (heilaserkjabruni) og/ella blóðeitran.
Í Føroyum verða staðfestir millum 2 og 4 tilburðir av meningokokksjúku um árið. Oftast er talan um børn og ung, sum fáa sjúkuna, men hon vísir seg hjá fólki í øllum aldri.
Smitta
Meningokokkar ferðast gjøgnum luftina við dropum, sum standast, tá vit hosta og njósa. Hin sjúki/sjúka er næstan altíð smittað/ur av einum frískum smittubera. Tí er í flestu førum talan um einstakar tilburðir av sjúkuni, men av og á vísa tilburðir seg hjá systkjum ella øðrum við tøttum tilknýti til ein sjúkling við meningokokksjúku. Bakteriurnar doyggja skjótt uttan fyri kroppin.
Smittutíðarskeið: Frá stutt undan sjúkuútbroti til eitt samdøgur eftir, at viðgerðin er byrjað.
Sjúkueyðkenni
Tilgerðartíð: 1-4 dagar
Umráðandi er at vita, at meningokokksjúka kann gerast lívshættislig eftir fáum tímum. Vanliga tekur sjúkan seg tó upp eftir tveimum samdøgrum.
At byrja við kann sjúkan líkjast beinkrími. Innan 1-2 samdøgur veksur fepurin til 38-40℃ ella meira.
Fepurin kann vaksa brádliga og vísa seg saman kuldasjálvta ella krampa. Ofta sæst ógvislig høvuðpína, spýggja og vantandi hugur at eta og drekka. Sjúklingurin verður linur ella óróligur, píndur og ilskur, møguliga óklárur.
Meningokokksjúka kann eisini elva til bløðingar (pettechier) í húðini, sum vísa seg sum reyð ella bláreyð merki ella prikkar. Í nøkrum førum eru spenningar í nakka og ryggi, soleiðis at tað er trupult og pínufult at benda høvdið framyvir. Hjá pinkubørnum kunnu sjúkueyðkennini tó vera heldur øðrvísi. Børnini kunnu vera minni virkin, vilja ikki eta ella drekka, gráta av at verða nortin, gerast alt dølskari og spýggja.
Viðgerð
Barnið skal innleggjast skjótast til ber, so tað kann fáa viðgerð. Meningokokksjúka verður viðgjørd við antibiotika.
Fyriskipanir í sambandi við sjúkutilburð
Heilsustýrið hevur ábyrgd av at seta í verk fyriskipanir, tá meningokokksjúka vísir seg.
Um ein tilburður av meningokokksjúku hevur verið í nærumhvørvinum, eru fremstu ráðini at gáa eftir sjúkueyðkennum, og um hesi vísa seg, at seta seg í samband við lækna beinanvegin.
Tá ein tilburður av meningokokksjúku hevur verið, er í ávísum førum vandi fyri, at fleiri tilburðir vísa seg í húsarhaldinum hjá viðkomandi næstu tíðina.
Mælt verður til, at øll í einum húsarhaldi, har meningokokksjúka er, fáa fyribyrgjandi viðgerð við antibiotika.
Í nøkrum fáum førum er møguleiki fyri at leggja koppseting afturat fyribyrgjandi viðgerðini. Tú ert vard/ur 5-6 dagar eftir koppseting, og verjan heldur í eini tvey ár.
Vandin fyri smittu á dagstovni og í skúla er sera lítil, og tí verður sjáldan mælt til fyribyrgjandi viðgerð.
Sjúkan smittar ikki gjøgnum mat ella innbúgv. Tí er eingin orsøk til serstaka reingerð av leikum ella hølum.
Onnur sløg av meningitis
Meningokokkar eru vanligastu meningitisbakteriurnar, men meningitis kann eisini standast av øðrum ávum.
Álvarsligu tilburðirnir av meningitis stava frá bakterium. Tá krevst viðgerð beinanvegin.
Hib- og pneumokokkoppsetingin í barnakoppsetingarætlanini verjir móti teimum sløgunum av meningitis, sum standast av bakteriuni Hæmophilus influenzae typa b og vanligastu pneumokokbakteriunum.
Nakrir tilburðir av meningitis stava frá virusi (t.d. fárasjúkuvirusi). Hesar sjúkurnar eru ótespiligar, men vanliga vandaleysar. Viðgerð krevst ikki, men kortini innlegging á sjúkrahús fyri at staðfesta, hvat slag av meningitis talan er um.
Á stovn ella í skúla
Barnið kann fara aftur á stovn ella í skúla, tá viðgerðin er av, og barnið er frískt. Onnur børn og vaksin kunnu koma á stovn og í skúla, tá fyribyrgjandi viðgerð er givin.
Kelda: Sundhedsstyrelsen & Statens Serum Institut