Sálarlig heilsa

Virkin oktober 2025

Gransking vísir, at tað at vera virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga er fyrsta stigið til at betra um og varðveita góða sálarliga og kropsliga heilsu. Heilsustýrið skipar fyri fimtu ferð fyri átakinum "Virkin oktober", sum er viðkomandi fyri øll, uttan mun til, um tú hevur sálarligar avbjóðingar ella hevur góða sálarliga heilsu.

"Virkin oktober" er eitt átak, sum koyrir í tíðarskeiðnum 1.-31. oktober. Átakið tekur støði í boðskapunum í ABC fyri sálarliga heilsu, sum eru: ver virkin, ver saman og ver hugbundin. 

Átakið er skipað við trimum álmanakkum: einum til børn, einum til ung og einum til vaksin. Álmanakkarnir vísa á uppskot um, hvussu tú hvønn dag í oktober kanst gera smáar gerðir, sum kunnu styrkja tína sálarligu heilsu og gera, at tú kennir teg betri. Harumframt eru tómir álmanakkar, sum kunnu brúkast til at fylla út við egnum hugskotum til virksemi, ið hóskar til eins egnu áhugamál og lívsstøðu. Tómu álmanakkarnir kunnu eisini brúkast sum eitt amboð, sum dagstovnar, skúlaflokkar ella arbeiðspláss útfylla í felag, so tey kunnu vera virkin saman í oktober.

Tað er upp til tín, um tú vilt fylgja uppskotunum hvønn dag, av og á, brúka álmanakkan sum íblástur, ella um tú hevur tíni egnu hugskot til, hvussu tú vilt vera virkin í oktober. Tað eru tær smáu gerðirnar, sum telja, men tess meira virkin tú ert á ymsan hátt, tess betri er tað fyri sálarligu heilsuna. Lagt verður upp til, at tú ert virkin, bæði fyri teg sjálva/-n, saman við øðrum og gert okkurt, sum gevur meining fyri teg. 

Álmanakkarnir kunnu takast niður sum pdf ella mynd niðanfyri. Hvønn dag í oktober verða uppsløg eisini at finna á facebook og Instagram á “ABC fyri sálarliga heilsu”.

- Álmanakki til børn (pdf) (png)

- Álmanakki til børn - tómur (pdf) (png)

- Álmanakki til ung (pdf) (png)

- Álmanakki til ung - tómur (pdf) (png)

- Álmanakki til vaksin (pdf) (png)

- Álmanakki til vaksin - tómur (pdf) (png)