Sálarlig heilsa

Virkin januar 2026

Virkin januar hevur tríggjar álmanakkar við uppskotum, ið vísa á, hvussu tú kanst vera virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga í ein mánað og gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna hjá tær og øðrum. Álmanakkarnir eru tøkir til børn, ung og vaksin og hesaferð eru álmanakkarnir bæði á føroyskum og enskum. 

Hygg at álmanakkunum og vita, um tú fært íblástur frá teimum 31 uppskotunum. Okkurt av virkseminum í álmanakkunum fæst tú kanska longu við, men vita, um tú finnur nøkur uppskot, ið gera at tú ert virkin á aðrar mátar, roynir okkurt nýtt ella í størri mun kemur í samband onnur. Álmanakkarnir kunnu lagast til ymsar lívsumstøður og áhugamál hjá tí einstaka og tískil eisini brúkast í tann mun, tú megnar. Tískil hava vit eisini tómar álmanakkar, ið tað ber til at útfylla við egnum hugskotum til virksemi, ið passar til tíni áhugamál og lívsstøðu. Tómu álmanakkarnir kunnu eisini brúkast sum eitt amboð, sum dagstovnar, skúlaflokkar ella arbeiðspláss útfylla í felag, so tey kunnu vera virkin saman í januar. 

Endamálið við Virkin januar er m.a. at minna á, at tað at fremja ella varðveita góða sálarliga heilsu, ikki bert snýr seg um stórar broytingar, men tær smáu løturnar og virksemi í gerandisdegnum kunnu hava stóran týdning. Gransking vísir, at tað at vera virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga er við til at verja og styrkja sálarligu heilsuna. Fólk, sum eru virkin á ymsan hátt, hava eina betri sálarliga heilsu og kenslu av vælveru enn tey, ið ikki eru virkin.

Álmanakkarnir taka støði í boðskapunum í ABC fyri sálarliga heilsu, ið eru “ver virkin, ver saman og ver hugbundin”, og hesir boðskapir síggjast aftur í teimum 31 uppskotunum. 

Álmanakkarnir kunnu takast niður sum prent ella mynd niðanfyri. Álmanakkarnir eru eisini tøkir til kunningarskíggjar á t.d. arbeiðsplássum og skúlum, og fáast við at venda sær til Heilsustýrið.

  • Álmanakki til børn (pdf) (png

  • Álmanakki til børn - tómur (pdf) (png

  • Álmanakki til ung (pdf) (png

  • Álmanakki til ung - tómur (pdf) (png)

  • Álmanakki til vaksin (pdf) (png

  • Álmanakki til vaksin - tómur (pdf) (png

Calendars in English