Einsemi

Leita tær hjálp

Hevur tú upplivað einsemi yvir longri tíð, og hevur tú ongan, ið tú hevur álit á, ella hevur tú tørv á fakligari hjálp, práta so við tín kommunulækna, ein sálarfrøðing ella set teg í samband við eina hjálparlinju.

Tú og eg ráðgevingin

Tú og eg ráðgevingin hjá Barnabata er ein ókeypis ráðgeving til børn og ung. Tú kanst ringja 116 111, um tú hevur tørv á ráðum, vegleiðing ella onkrum at tosa við. Øll, sum ringja, eru dulnevnd. Ráðgevingin svarar hvørt kvøld kl.18.00-22.00. Ráðgevingin hevur eisini ein brævkassa, og tú kanst eisini koma á skrivstovuna til eitt prát.

Les meira her.

Kjatt-ráðgevingin hjá Sinnisbata

Tú kanst seta teg í samband við kjatt-ráðgevingina hjá Sinnisbata. Her ber til at kjatta við ráðgevar hvørt mánakvøld, mikukvøld og hóskvøld kl. 20.00-22.00.

Meira kunning her

Berin

Børn og ung, ið hava mist, ella hava onkran tætt at sær, sum er álvarsliga sjúk/-ur, kunnu seta seg í samband við Beran. Berin bjóðar m.a. einstaklinga- og bólkasamrøður, familjusamrøður, møguleika fyri ráðgeving til foreldur, aðra familju, vinfólk, makar og fakfólk um, hvussu tey á bestan hátt kunnu stuðla einum, ið hevur mist ella hevur foreldur ella systkin við álvarsligari sjúku. Berin er at hitta mánadag til fríggjadag kl. 09.00-15.00 á tlf. 222993. Til ber at kjatta við Beran mánadag kl. 11.00-13.00.

Meira kunning her

Reyði Krossur Føroya

Reyði Krossur vil fegin, at vit hjálpast at við at basa einsemi. Tí hevur Reyði Krossur Vitjanartænastuna, ið er fólk, sum sjálvboðin bjóða seg at vitja fólk sum sonevndir vitjanarvinir.

Nærri kunning um Vitjanartænastuna er her.