Einsemi

Hvussu kanst tú hjálpa øðrum, sum uppliva einsemi?

Fyri at minka um einsemi í einum samfelag er týdningarmikið at skapa góðar felagsskapir í samfelagnum sum heild. Bæði almennir og privatir aktørar, sivilsamfelagið og einstaklingar kunnu gera mun.

Sum einstaklingur og medmenniskja kunnu vit hjálpa hvør øðrum og vísa hvør øðrum ans, um onkur tykist einsamallur/einsamøll ella uttan fyri felagsskapin. Tað ber til at gera ymiskt, fyri at fáa viðkomandi við og fevna um tey:

  • Tilvit og eyka uppmerksemi kann gera teg varuga/-n við, um onkur rundan um teg tykist einsamallur/einsamøll. Fólk kunnu sjálvi velja einsemi, men tað ber til at tryggja sær, at talan ikki er um óviljað einsemi við at rætta eina hjálpandi hond og spyrja viðkomandi. Ofta er betri at spyrja ella siga okkurt, enn als einki at siga. Hugsa tí ikki um, um tú sigur tað rætta. 

  • Tak stig til samband við tey, ið eru rundan um teg og tey, tú hittir. Heilsa, smíl og skapa smáar samrøður við fólk í gerandisdegnum. Hetta kann gera størri mun, enn tú kanska heldur. 

  • Set teg í samband við onkran, ið tú ikki hevur sæð ella prátað við í longri tíð, og spyr, hvussu gongur. Tú kanst skapa samband við telduposti, telefon ella á sosialum miðlum, ella tú kanst taka stig til at hittast og gera eitthvørt saman. Fyri tey, sum uppliva einsemi, kann vera trupult at taka stig til at skapa samband.

  • Lurta, ver nærverandi og skapa rúm fyri djúpum samrøðum við tey, ið tykjast hava tørv á tí. Lurta, ver opin og ger tað møguligt at tosa opið um einsemi, hóast tú møguliga ikki kennist við kensluna av einsemi.  

  • Um tørvur er á tí, kanst tú vegleiða og geva góð ráð um, hvussu tað ber til at gerast partur av skipaðum felagsskapum í nærumhvørvinum hjá tí, ið upplivir einsemi. Vís á, hvat frítíðarvirksemi ber til at ganga til, hvar er møguligt at gerast sjálvboðin og bjóða teg møguliga fram at fara við fyrstu ferð, um tað ber til. Vís eisini á ymisku hjálparlinjurnar, sum eru í Føroyum. (leinkja til ymisku hjálparlinjurnar)

  • Skapa felagsskapir í gerandisdegnum. Tú kanst vera við til at skapa smáar, óformligar felagsskapir í gerandisdegnum sum t.d. at eta í felag, hjálpa grannum, ítrivsbólkar, gongubólkar o.s.fr.. Bjóða øðrum við í verandi felagsskapir og gev ans, um tey kenna seg vælkomin.