Einsemi
Hví uppliva vit einsemi?
Øll uppliva einsemi viðhvørt. Serliga tá ymisk skift eru í lívinum, kunnu fólk uppliva einsemi, sum t.d. tá vit eru liðug í skúlanum, tá vit flyta, tá vit fara frá at vera ung til vaksin, við hjúnaskilnaði, um vit gerast arbeiðsleys, fáa børn og eru burtur frá arbeiðslívinum í longri tíð, ella um onkur av okkara nærmastu doyr.
Til ber at skilja millum fyribils, umstøðubundið og kroniskt einsemi. Í t.d. eini veitslu, á netinum ella heima kanst tú brádliga kenna teg útihýsta/-n. Umstøðubundið einsemi kann vísa seg, tá umstøður broytast í sosiala lívinum vegna t.d. flyting (bústað ella skúla), tá tú fer á eftirløn ella vegna heilsutrupulleikar. Kroniskt einsemi er eitt meira varandi einsemi, ið tú kanst hava havt frá barnsbeini, og her kunnu fleiri ymisk viðurskifti sum t.d. tilknýtistrupulleikar, happing tíðliga í lívinum, arvaligt sárbæri og útihýsing vera við til at skapa kroniska kenslu av einsemi, tí tað er torført at kenna tryggleika og hava álit á onnur.
Eldri fólk kunnu ofta vera serliga viðbrekin fyri einsemi, tí vinir og avvarðandi doyggja, og tað kann hava við sær, at fleiri eldri uppliva einsemi. Fólk, sum hava sálarligar og likamligar trupulleikar við heilsuni, kunnu eisini uppliva einsemi, tí tú tekur teg ofta aftur úr ymiskum sosialum høpi, tá ið tú ikki hevur tað gott.