Einsemi
Hvat kanst tú gera, um tú upplivir einsemi?
At práta við onkran um kensluna av einsemi kann vera fyrsta stig til at minka um einsemi. Tað kann vera trupult, men tú ert als ikki einsamøll/einsamallur um kensluna av einsemi, og tú kanst fáa hjálp.
Tú kanst eisini minka um kensluna av einsemi við at gerast partur av ymiskum felagsskapum og at finna eitthvørt virksemi, sum er við til at geva gerandisdegnum meining og innihald.
Tosa við onkran, ið tú hevur álit á.
Kenslan av einsemi er ofta knýtt at skomm, og tí kann vera trupult at tosa um tað. Einsemi sæst ikki uttaná, og tí er umráðandi at tosa opið um einsemi við onkran, ið tú hevur álit á. Opinleiki gevur eisini rúm fyri, at tey, tú tosar við, eisini kunnu tosa um kenslur við teg. Sambandið kann tískil eisini gerast djúpari. Hevur tú upplivað einsemi yvir longri tíð, og hevur tú ongan, ið tú hevur álit á, ella hevur tú tørv á fakligari hjálp, práta so við tín kommunulækna, ein sálarfrøðing ella set teg í samband við eina hjálparlinju.
Vís áhuga og umsorgan fyri fólki rundan um teg.
Tak stig til ymiskt og spyr, um tú kanst hjálpa onkrum við onkrum, ella bjóða teg fram til smáar sjálvbodnar uppgávur í nærumhvørvinum. At hjálpa øðrum er eisini við til at flyta fokus frá tær sjálvari/sjálvum. Sig eisini ja, tá onnur bjóða tær til ymiskt, hóast tað kann vera torført.
Hugbind teg í onkrum økjum, sum tú brennir fyri.
At gera mun fyri onnur kann skapa kensluna av meining, og at tú gevur íkast til eitthvørt, ið røkkur útum teg sjálva/-n. Melda teg sum sjálvbodna/-n ella gerst limur í skipaðum felagsskapum innan tíni áhugamál. At vera partur av skipaðum felagsskapum kann skapa nýggj sosial sambond og vinaløg.
Skapa nýggjar vanar í gerandisdegnum
Skapa nýggjar vanar í gerandisdegnum, ið eru við til at tú hittir somu fólk aftur og aftur. Sum frálíður kann hetta vera við til, at tú fært nýggj sosial sambond ella nýggj vinaløg.
Brúka alnótina
Set teg í samband við ein gamlan vin, ið tú ikki hevur havt samband við leingi, ella finn ein felagsskap á netinum, ið hevur tín áhuga. Brúka longsulin eftir meira sambandi við onnur til at skapa samband.
Ver tolin
Kenslan av einsemi kann koma yvir tíð, og tískil tekur tað eisini tíð at minka um ella sleppa av við einsemiskensluna. Ver tolin, tí tað verður betri. Royn ikki at hava ov høgar væntanir til nýggj vinaløg, tí tað tekur eisini tíð at uppbyggja nýggj og tøtt vinaløg.
Tú kanst eisini fylgja eini virkisætlan, ið eitur EASE, fyri at sleppa av við ella minka um einsemi. Tað er amerikanski sosialsálarfrøðingurin, John T. Cacioppo, ið hevur gjørt virkisætlanina, EASE, ið snýr seg um, hvussu einstaklingurin kann sleppa úr sínum einsemi. EASE hevur fýra stig, ið tú kanst fylgja:
Extend yourself: Ven teg við at heilsa uppá onnur, hav eygnasamband og práta kanska eisini við fólk, ið tú hittir.
Action plan: Ger eina ætlan fyri, hvar tú kanst møta fólki, ið eru lík tær, og vitja hesi støðini. Legg dent á tíni áhugamál og tekna teg t.d. til eitt skeið á einum kvøldskúla, gakk til ítrótt ella far við í eitt kór.
Selection: Vel ein ella fleiri fólk, ið tú fegin vilt menna sosialt samband við, og legg dent á tey.
Expect the best: Royn at hava jaligar væntanir um, at onnur vilja tær tað besta.
Harumframt kanst tú styrkja sálarligu heilsuna og minka um kensluna av einsemi við at fylgja boðskapunum í ABC fyri sálarliga heilsu um at vera virkin, saman og hugbundin (leinkja til ABC).
Aðrar síður undir Einsemi