Einsemi

Einsemi og heilsa

Týðiligt samband er millum at hava góð nærsambond og likamligu og sálarligu heilsustøðuna hjá fólki. Fólk, ið hava sterk nærsambond, hava ofta betri heilsu, verða sjáldnari sjúk og koma skjótari fyri seg eftir sjúku, samanborið við fólk, ið hava veik nærsambond. Kanningar hava víst, at fólk, ið kenna seg einsamøll, hava øktan vanda fyri millum annað ov høgum blóðtrýsti, hjartaæðrasjúku og at doyggja ov tíðliga. Hinvegin hava fólk við sterkum nærsambondum lægri vanda fyri sálarsjúku og fyri at doyggja ov tíðliga samanborið við fólk við veikum nærsambondum. Hetta merkir tó ikki, at øll, ið uppliva einsemi, verða sjúk, men at vandin fyri at gerast sjúkur er hægri.

Einsemi kann hava við sær strongd, og at immunskipanin gerst virkin, og tað kann ávirka hjartaæðraskipanina og elva til sjúku. Einsemi kann eisini hava neiliga ávirkan á okkara livihátt og vanar, tí tú kanska leitar troyst í mati ella rúsdrekka.

Av tí at einsemi kann hava við sær verri heilsustøðu, og ein ring heilsustøða kann hava við sær, at tú upplivir einsemi, er umráðandi at bróta keðiligu ringrásina, áðrenn støðan gerst verri.