Sálarlig heilsa
Einsemi
Sosial sambond við onnur eru ein grundleggjandi tørvur hjá menniskjum og hevur týdning fyri trivnað og vælveru. Flestu fólk uppliva einsemi onkuntíð í lívinum, men tá tú upplivir einsemi yvir eitt longri tíðarskeið, er einsemi ein vandatáttur fyri heilsuna. Einsemi yvir longri tíð kann hava við sær neiliga ávirkan á bæði likamligu og sálarligu heilsuna.
Hvat er einsemi?
Einsemi er ein subjektiv uppliving, sum kann skiljast sum saknur eftir sambandi við onnur menniskju. Einsemi kann snúgva seg um, at ójavnvág er millum vilja ella tørv eftir sosialum sambondum við onnur, og tey sambond, ið tú í veruleikanum hevur. Tað ber til at vera einsamallur/einsamøll uttan at kenna einsemi, og tað ber til at uppliva einsemi, hóast tú ert umringað/-ur av fólki. Ymiskt er, hvussu stóran tørv fólk hava á sambandi við onnur, og hvussu stóra ávirkan tað hevur á teg at hava fá sosial sambond.
Fólk, ið uppliva einsemi, kunnu hava kenslu av, at okkurt manglar í sosialu sambondunum, tey hava við onnur. Hetta kann snúgva seg um bæði góðskuna av sambondum og/ella mongdina av sambondum, tí tú ikki hevur nóg nógv sosial sambond. Tú kanst rópa tað óviljað einsemi, tá tú kennir teg einsamalla/-n uttan at vilja vera tað.
Óviljað einsemi kann kennast tyngjandi, kann gera, at tú kennir ótryggleika og at tú ert gloymd/ur burtur. Yvir longri tíð kann tað hava við sær neiliga ávirkan á likamligu og sálarligu heilsuna. Tað týdningarmesta er tískil, hvussu tú upplivir einsemi, tí tað hevur týdning fyri, hvussu tú hevur tað, og um vandi er fyri, at støðan gerst skaðilig ella ikki.
Fleiri sløg av einsemi
Einsemi snýr seg ikki bert um mongdina av sosialum sambondum, og tí kann einsemi býtast upp í ymisk sløg. Ofta verður einsemi skipað í tríggjar partar: sosialt einsemi, kensluligt einsemi og eksistentielt einsemi.
Sosialt einsemi snýr seg um, at tú saknar og manglar atgongd til sosial netverk, sosialar samanhangir, og at tú hevur fá ella eingi sambond við onnur.
Kensluligt einsemi snýr seg um, at tú saknar tøtt sambond við onnur, sum tú kanst deila tínar innastu tankar og kenslur við. Tað ber til at hava nógv sosial sambond og vinir, men um tú ikki hevur nøkur djúp sambond, kanst tú kenna einsemi.
Eksistentielt einsemi er eitt djúpari slag av einsemi, ið snýr seg um kensluna av, at eingin veruliga skilur teg og at vera avskorin frá øðrum og lívinum. Eksistentielt einsemi kann ofta vera knýtt at meining og torførum støðum í lívinum, sum t.d. tá tú hevur mist onkran, ið stóð tær nær, ella tá lívsskeiðið er um at vera runnið.
Hesi trý sløgini av einsemi kunnu lutvíst umskarast. Um tú ikki hevur nøkur sosial sambond við onnur, so hevur tú helst heldur ikki nakran at deila djúpar tankar og kenslur við. Harafturímóti ber til at uppliva kensluligt og eksistentielt einsemi, hóast tú hevur samband við nógv fólk, tí tey sosialu sambondini, ið tú hevur, mangla dýpd og nærveru.