
Sálarlig heilsa
ABC-vikuætlan
Brúka ABC-vikuætlanina til at leggja tína viku til rættis, so hon er góð fyri sálarligu heilsuna við

Heilsustýrið hevur gjørt eina ABC-vikuætlan, sum er eitt amboð til at raðfesta at gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna gjøgnum eina viku. Við at skriva tær ítøkiligar ætlanir um at vera virkin á ymsan hátt, gera okkurt saman við øðrum og fáast vit okkurt, ið gevur meining, ber til at geva tær betri stundir til at styrkja sálarligu heilsuna. Síðst í vikuni kanst tú hugleiða um, hvat var tað besta við vikuni, og hvat tú fekk burturúr ymiska virkseminum.
Bæði einstaklingar og t.d. skúlaflokkar og arbeiðspláss kunnu brúka ABC-vikuætlanina.
ABC-vikuætlanin er tøk her.